Listasavn Føroya

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Listasavn Føroya avmynda á einum frímerki
Listasavn Føroya

Listasavn Føroya varð bygt í 1970. Savnið er í Viðarlundini í Gundadali á Gundadalsvegi 9 í Tórshavn. J.P. Gregoriussen teknaði bygingin. Norðari endin av húsinum er frá 1970, tað er tann eldri Listaskálin, sum Listafelag Føroya lat byggja. Savnshúsini vórðu tikin í nýtslu í 1993, tað vóru arkitektarnir N. F. Truelsen og J. P. Gregoriussen sum teknaðu nýggja bygningin.

Innihaldsyvirlit

[rætta] Sjálvsognarstovnur

Listafelag Føroya er sjálvsognarstovnur. Nevndin er mannað við 4 fólkum sum umboða Føroya Landsstýri, Listafelag Føroya, Føroysk myndlistafólk og Tórhavnar kommunu. Í stýrinum fyri Listasavnið sita fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2009 til 31. mars 2013:

[rætta] Føst framsýning

Listasavn Føroya hevur bæði fasta og skiftandi framsýningar av eldri og nýggjari føroyskari list. Mong føroysk listafólk eru umboðaði á føstu framsýningini, millum onnur Sámal Joensen-Mikines (1906-79), Janus Kamban (1913-2009), Ruth Smith (1913-58), Elinborg Lutzen (1919-95), Ingálvur av Reyni (1920-2005), Steffan Danielsen (1922-76), Hans Hansen (1920-1970), Frimod Joensen (1915-97) og Tummas Arge (1942-78).

[rætta] Skiftandi framsýningar

Frá februar til desember er vanliga ein nýggj framsýning hvønn mánað. Framsýningarnar lata vanliga upp leygardag kl. 13 og varða í 3 vikur. Várframsýningin og Ólavsøkuframsýningin eru framsýningar sum vanliga eru á hvørjum ári.

[rætta] Keldur

  • art.fo, Listasavn Føroya, Bygningurin - Savnshúsini.
  • art.fo, Listasavn Føroya, Skipan
  • Art.fo Listasavn Føroya, Framsýningar

[rætta] Útvortis slóðir

Persónlig amboð
Navnarúm
Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál