Skansin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Skansin

Hildið verður, at Magnus Heinason, tjóðarhetja og handilsmaður, í 1580 grundaði tann fyrsta skansan á sama stað, har tann núverandi aftaná fleiri broytingar fram til 1790, enn er at síggja. Skansin skuldi saman við einum battaríi ytst á Tinganesi og einum skansa innanfyri Reynagarð verja handilin ímóti fremmandum sjórænarum. Undir 2. heimsbardaga vóru Føroyar hersettar av bretum, og teir høvdu høvuðsstøð sína á skansanum.

Fyri nøkrum árum síðani varð Skansin settur í stand; har er eitt gamalt vaktarhús og tvær kanónir frá krígnum umframt nakrar málm-kanónir frá 1782.

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið