Gundadalur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ítróttarøkið í Gundadali og á Hálsi. Ítróttarhallir, fótbóltsvøllir og Svimjihøllin.

Gundadalur kann sigast at vera høvustaðurin fyri ítrótt í Føroyum. Ítrótturin bleiv akkurát sum ein høvðuspartur í Gundadali og m.o. Heðin Mortensen hevur slóðað fyri, at tað er blivið eitt stað fyri allan ítrótt, alt frá fótbólti til badminton, svimjing, renning, tennis og flogbólt. Har eru bygdar 3 ítrottarhallir, 3 fótbóltsvøllir og ein svimjihøll. Tvey av teimun størstu fótbóltsfeløgunum í føroyum halda til í Gundadali, tey eru HB og B36. Ein rennibreyt til frælsan ítrótt er gjørd í økinum omanfyri Gundadal, beint við Vestara Ringveg og Sundsvegin. Rennibreytin eitur Tórsbreyt.

Ítróttarhøllirnar í Gundadali og á Nabb[rætta | rætta wikitekst]

Høllin á Hálsi er beint omanfyri fótbóltsvøllirnir í Gundadali, innkoyringin er beint við rundkoyringina við Vestara Ringveg/Eystara Ringveg/R.C.Effersøs gøtu. Gundadalshøllin er beint við fótbóltsvøllirnir, nakað longri niðri enn Høllin á Hálsi (Høllin á Nabb). Høllin liggur á horninum við Gundadalsvegin og R.C. Effersøsgøtu. Badmintonhøllin er eisini í sama øki, eitt sindur longri vesturi eftir Gundadalsvegnum, beint áðrenn Heinagøtu.

Fótbóltsvøllirnir í Gundadali[rætta | rætta wikitekst]

Í Gundadali eru 3 fótbóltsvallir: Niðarivøllur, Ovarivøllur og Tórsvøllur. HB og B36 spæla teirra heimadystir á Ovaravølli í Gundadali. Tórsvøllur verður brúktur til fótbóltslandsdystir og onkuntíð eisini til onnur endamál, eitt nú til stórar konsertir.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið