Føroya Fornminnissavn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Kirkjubøstólarnir úr Kirkjubø eru eisini at finna á Føroya Fornminnissavni.

Føroya Fornminnissavn er fornminnissavn, sum sýnir fram í Brekkutúni 6 í Tórshavn og Heima á Garði í Hoyvík. Savnið í Hoyvík er útisavn, har ein kann vitja ein gamlan føroyskan bóndagarð við sethúsum, úthúsum, amboðum og mongum øðrum, ið hoyrdi til gerandislívið í Føroyum fyrr. Sethúsini á Hoyvíksgarði verða søgd at vera frá o.u. 1812, men eru í dag innrættað sum tey vóru o.u. 1920. Fornminnissavnið skrásetir, kannar og hevur eftirlit við jarðføstum fornminnum. Stovnurin fyrireikar og stendur fyri, tá ið toftir og forn búpláss og søgulig lendi verða grivin út. Stovnurin er eisini fakligur myndugleiki í sambandi við fornlutir í havinum. Stovnurin savnar, skrásetir og sýnir fram fram fornlutir og lutir úr nýggjari tíð, sum lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan føroyinga til ymsar tíðir ella eru knýttir til søguligar hendingar.[1]

Í 2011 var stovnurin Søvn Landsins settur á stovn. Fornminnissavnið gjørdist ein av stovnunum undir Søvnum Landsins.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Natmus.fo". http://www.natmus.fo/00255/. Heintað 2011-11-02. 
  2. Gransking.fo, Søvn Landsins[deyð leinkja]

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið