Hotel Føroyar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Hotel Føroyar í 2005.

Hotel Føroyar er eitt hotell í Tórshavn, sum læt upp í mai 1983 við sama navni. Fá ár seinni, miðskeiðis í 1980'árunum, keypti reiðarin Jákup Joensen (Jákup í Lopra) hotellið, sum fekk navnið Hotel Borg. Navnið minti harvið um nøvnini á skipum hansara, sum øll endaðu við borg, eitt nú Akraborg, Nýborg og Polarborg. Í 1991 keypti Smyril Line hotellið og rak tað til 2005, tá tað varð selt til ein bólk av starvsfólkum og aðrar íleggjarar.[1] Hotellið liggur omanfyri Havnina við útsýni yvir býin, Viðalundina Kerjalon og Nólsoynna. Stutt frá hotellinum liggur Vallaraheimið Kerjalon.

Tá hotellið varð bygt var uppgávan hjá arkitektunum var at laga seg sum best til lendið og landslagið. Uttan er Hotel Føroyar eyðkent fyri sínar longu linjur í landslagnum. Húsið er ein partur av nátturini, líkasum skorið inn í lendið við hamrum, men hesir hamrar eru úr glasi, sum skyggja í ljósinum.[2] Hotellið hevur flagtak.

Kunning[rætta | rætta wikitekst]

  • Bygt ár: 1983.
  • Kømur: 106.
  • Teknað hotellið hevur: Friis & Moltke A/S.
  • Matstova: KOKS og GRAS.

Samband[rætta | rætta wikitekst]

  • Adressa: Oyggjarvegur 45, 110 Tórshavn, Føroyar.
  • Tel.: 317500.
  • T-postur: hf@hotelforoyar.fo.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. travelpeople.dk
  2. "hotelforoyar.fo". http://hotelforoyar.fo/index.asp?pID=%7B71EBF52F-184D-4A3B-A408-E5E6A93820FE%7D. Heintað 2014-08-07. 

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið