Óðin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Óðin ríður Sleipni á hesi gomlu íslendsku mynd.

Óðin er tann hægsti ásagudurin í norrønu gudalæruni. Hann er alfaðir og kongur ása. Hann er einoygdur eftir at hava latið annað eyga sítt í veð fyri at drekka úr Mimirs brunni, haðani hann hevur fingið sín vísdóm. Ravnar Óðins, Hugin og Munin (Hugurin og Minnið), flúgva um heimin allan og boða Óðini frá tí, ið fyriferst í heiminum.

Kona Óðins eitur Frigg, men hann eigur eisini børn við Jørðini og nøkrum jatnadøtrum. Tann mætasti av synum hansara er Tórur, sum vinnur á øllum livandi. Aðrir synir Óðins eru Baldur, Høður, Váli, Víðar og kanska Heimdallur, Týr og Bragi.

Óðin eigur hestin Sleipnir, sum hevur átta bein.

Føroysku orðini óður, øði, ódn og (á Suðuroyarmáli) ónsdagur, stava frá navninum Óðin.

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

Gudarnir í Norrønu gudalæruni

Æsir:

Andrimner | Baldur | Brage | Delling | Forseti | Hejmdal | Hermod | Høður | Høner | Kvasir | Magni | Modi | Óðr | Óðin | Summar | Svåsud | Tórur | Týr | Ull | Váli | Ve | Víðar | Vile | Vetur

Ásynjur:

Eir | Fjørgyn | Fulla | Gefion | Gersimi | Gna | Hlin | Hnoss | Idun | Lofn | Nanna | Saga | Sif | Sigyn | Snortra | Syn | Vár

Vanir:

Frej | Freja | Frigg | Njord | Máni | Sól

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið