Roysningur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Roysningur.

Roysningur ella rosshvalur (norrønt hrosshvalr), heldur til norðuri í kalda Íshavinum. Brimlarnir verða meira enn 3 m. langir, opnurnar heldur minni. Roysningur heldur mest til í rúmum sjógvi. Húðin er 2,5 cm. tjúkk, og undir húðini er tjúkt spik. Roysningur hevur sterkar og langar høggtenn. Tær vaksa so leingi, kópurin livir, og kunnu gerast meira enn 50 cm. langar. Høggtenninar eru tekin um støðuna hjá kallroysningunum, tí hann við størstu tonnunum er vanliga oddadjórið í flokkinum. Við tonnunum kunnu teir taka seg upp á ísin ella grópa á botninum eftir maðkum, skeljadjórum og sniglum. Opnan leggur ein hvølp uppi á land annaðhvørt ár, og hann heldur seg at mammuni tvey tey fyrstu árini. Roysningar verða eini 40 ára gamlir. Hendingaferð hevur roysningur verið at sæð undir Føroyum.

Myndarøð[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið