Skallaørn

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Skallaørn.

Skallaørnir (frøðiheiti: Haliaeetus leucocephalus) eru gitnar fyri styrki og stødd og verða tí ofta nýttar sum ímynd ella skjaldarmerki. Høgt uppi síggja teir smá djór í jørðini. Teir hava sterk, long bein við hvøssum klóm at taka fongin við, og hvast, krókut nev at skræða kjøt við. Við hvassa nevinum skræðir hon fongin í bitar.

Tjóðareyðkenni USA er skallaørnin, ið heldur til í USA. Hon tykist ber um høvdið, men tað kemst av, at munurin er so stórur á hvítu høvuðs- og hálsfjaðrunum og myrka fjaðurbúnanum á kroppinum. Hon etur helst fisk.

Flogið er um tveir metrar.