Aleutoyggjar

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Land: USA USA
Lutstatur: Alaska Alaska
Størsti býur: Unalaska
Vídd: 17,666 km2
Íbúgvatal (2000): 8 162
Tíðarzona: UTC -10

Aleutoyggjarnar (enskt: Aleutian Islands) eru ein oyggjabólkur í Vesturalaska. Aleutoyggjarnar er oyggjabólkur sum telur 14 størri oyggjar og umleið 300 smærri oyggjar og hólmar. Attu Island og Unalaska Island eru størstu oyggjarnar í hesum oyggjabólki. Nógv tað størsta plássið er býurin Unalaska, sum við sínum 4,376 fólkum hevur uml. 50 % av fólkatalinum í Aleutoyggjum. Á Aleutoyggjum tosa tey flestu enskt, men har eru eini 500 fólk, sum tosa aleutiskt. Oyggjarnar vóru einaferð undir russiskum valdi, og enn finnast spor frá teirri tíðini.

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana