Troms fylki

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Troms fylke)
Skjøldur Kort
Land: Noreg
Størsti býur: Tromsø
Íbúgvar
(2014):
162 050
Vídd: 25 869,68 km²
Fylkisborgmeistari: Terje Olsen
Heimasíða: Troms fylke Archived 2016-07-28 at the Wayback Machine

Troms er eitt fylki í Norra. Troms hevur umleið 162 050 íbúgvar. Troms hevur mark við Finnmark, Nordland, Svøríki og Finnland.

Landafrøði[rætta | rætta wikitekst]

Troms er eitt fylki, sum liggur norðarlaga í Noregi. Troms er kent fyri síni høgu fjøll og ríku firðir. Tað er sera skiftandi veðurlag í Troms. Hitin kann skifta upp í 60 stig frá lægsta til hægsta hita eftir einum ári. Umleið tveir mánaðir um árið er sera myrkt í Troms. Stórar partar av samdøgrinum er myrkt, og sólin sær ikki í fýra til átta vikur út í eitt. Tá ið tað er myrkt úti ber til at síggja norðlýsi á himmalinum. Norðlýsi tekur seg upp, tá ið bitlar frá sólini raka lofthavið á jørðini. Á sumri er tað miðnáttarsól í øllum fylkinum. Tað merkir, at sólin er á sjónarringinum alt samdøgrið. Tromsø er størsti býurin í Troms. Tað búgva umleið 72,000 fólk her. Býurin verður kallaður fyri norðurlendski París.

Dýralívið[rætta | rætta wikitekst]

Í Troms eru úlvur, bjørn, geypa og jarvur. Onkustaðni er ørn í luftini. Tað eru eisini nógvir elgar í Troms.

Kommunur í Troms[rætta | rætta wikitekst]

1. Balsfjord
2. Bardu
3. Berg
4. Bjarkøy
5. Dyrøy
6. Gratangen
7. Harstad
8. Ibestad
9. Kåfjordd
10. Karlsøy
11. Kvæfjord
12. Kvænangen
13. Lavangen
14. Lenvik
15. Lyngen
16. Målselv
17. Nordreisa
18. Salangen
19. Skånland
20. Skjervøy
21. Sørreisa
22. Storfjord
23. Torsken
24. Tranøy
25. Tromsø

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið