Skordýr

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Far til: navigatión, leita
Wikipedia:How to read a taxoboxHow to read a taxobox
Skordýr
Plumpollen0060.jpg
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Arthropoda
Undurphylum: Hexapoda
Flokkur: Insecta
Linnaeus, 1758

Skordýr eru dýr og hoyra undir liðadýr. Skordýr verða skift sundur í 30 høvuðsbólkar. Klukkurnar eru størsti bólkurin. Sambært skordýraserfrøðingum (entomologum) eru sløgini fleiri enn 300.000. Flestu skordýr hava veingir onkuntíð í lívskringinum. Summi eru tó veingjaleys, t.d. frumskordýrini - diplúrur, fjørutrøll og silvurfiskur. Loppur eru eisini veingjaleysar. Tær hava mist veingirnar, sum tær eru mentar.

Tað eru nøkur felags eyðkenni fyri skordýr.

  1. Skordýr hava beinagrind uttaná.
  2. Hjá vaksnum skordýrum er kroppurin býttur í trýggjar partar: høvd, framkroppur og afturkroppur.
  3. Tað vaksna skordýrið hevur 6 bein.

Skoðanir