Roald Amundsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Roald Amundsen

Roald Engelbregt Gravning Amundsen (føddur 16. juli 1872 á Tomta[1] í Borge í Østfold, deyður mest sannlíkt hin 18. juni 1928) var ein norskur pólfari og sjófari. Hann er mest kendur fyri at hava leitt ta fyrstu rannsóknarferðina, sum náddi fram til tað jarfrøðiliga Suðurpólin í desember 1911 og fyri at hava funnið Útnyrðingsleiðina í 1903.

Amundsen var samman við starvsfelagi sínum Fridtjof Nansen tær sonnu hetjurnar í Noregi í tíðarskeiðnum stutt eftir, at Noreg blivin sjálvstøðug tjóð í 1905. Hann var tann fyrsti persónurin, ið náddi fram til Suðurpólin og mest sannlíkt eisini til Norðpólin. Hann sigldi sum tann fyrsti, ið fólk vita um, gjøgnum Útnyrðingsleiðina, og var ein av teimum fyrstu, ið brúktu luftskip og flogfar í rannsóknarferðum til póløkini. Roald Amundsen hvarv í juni 1928 tá hann luttók í einari bjargingarroynd eftir rivali hansara Umberto Nobile, mann gongur út frá, at flogfarið ið hann var umborð á, datt niður tætt við Bjarnoynna.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Opplevfredrikstad.com