Bjarnoyggin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kort.

Bjarnoyggin er syðsta oyggin í oyggjabólkinum Svalbarð. Bjarnoyggin varð funnin av hálendsku slóðarunum Willem Barents og Jacob van Heemskerk tann 10. juni 1596. Navnið kemst av, at bjørn varð sædd svimjandi nærhendis, tá oyggin varð funnin. Oyggin var óheft land, sokallað terra nullis til Svalbarðs sáttmálin í 1920 legði oynna undir norsk fullveldi. Bjarnoyggin, sum er millum norska meginlandið og Spitsbergen, er friðað burtursæð frá einum parti, sum hýsir einari veðurstøð. Endamálið við at friða umhvørvið á oynni er at varðveita sjófuglin og vistfrøðina sum heild.