Páskaoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Páskaoy
Orthographic projection centred over Easter Island.png
Landalæra
Vídd 163.6 km²
Vatn 0 %
Umsiting
Land Flag hjá Kili Kili
Íbúgvalæra
Fólkatal 3791 (2011)
Íbúgvatættleiki 23,1 /km²

Páskaoy (spanskt: Isla de Pascua, rapa nui: Rapa Nui [1]) er ein kyrrahavsoyggj, ið er hjáland til Kili. Almennu málini eru tvey í tali, spanskt og rapa nui.

Høvuðsstaðurin eitur Hanga Roa.

[rætta] Landafrøði

Páskaoyggin er í útryðjuni í eystara parti í Polynesia, hundratals fjórðingar frá næsta granna. Páskaoyggin er eystasta oyggin í Kyrrahavi.

[rætta] Søga

Standmyndirnar á Páskaoynni eru ovurstórar, úr 3 upp í 12 m. høgar og ógvuliga tungar. Størsta standmyndin, sum er higartil funnin, vigar 84 tons [2].

Polynesar búsettu seg á oynni í 6. øld. Tey livdu av taro, søteplum, bananum og graskerum, sum tey sjalv dyrkaðu, og tey hildu eisini bæði svín og høsn. Tey bygdu rætthyrntar pallar, nevndir ahu, fram við strendurnar. Men gulløldin við minnisvarðum og standmyndum á Páskaoynni var ikki fyrr enn seinni, um 1300, tá ið fólkið á oynni gjørdu hundraðtals pallar og reistu stórar, høgdar standmyndi á teimum. Pallarnir vóru stórir og síðan, sum vendi út ímóti sjónum, var hál og slætt, tí sjógvurin alsamt runaði eftir henni. Hvør pallur var 45 m. langur, og á honum stóðu 15 standmyndir. Eingin veit, hví standmyndirnar vórðu gjørdar, men tær eru helst gjørdar av átrúnaðarligum grundum.

Flestu standmyndirnar á Páskaoynni vóru høgdar í grótbrotum í sloknaðum gosopum. Tær vórðu høgdar í heilum líki úr berginum, bara ein partur av bakinum var fastur og helt teimum, so at tær duttu ikki. Tá ið standmyndirnar vóru lidnar, varð festið í bakinum høgt leyst, og tær vórðu signar niður á slætt og blankaðar og snøggaðar. Síðan vórðu tær drignar til pallarnar og reistar, einsamallar ella lið um lið. Nógvar høvdu strýuskapað høvuðsprýði av royðigróti. Mangar standmyndir høvdu enn høvuðsprýði, tá ið evropear á fyrsta sinni sóu tær mong hundrað ár eftir, at tær vórðu reistar.

[rætta] Keldur

  1. http://snl.no/P%C3%A5ske%C3%B8ya
  2. http://www.travel-amazing-southamerica.com/easter-island.html
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál