Margaret Thatcher
Margaret Hilda Thatcher (f. 13. oktober 1925 í Grantham, Lincolnshire, S.B.) er fødd í Lincolnshire í 1925. Hon tók útbúgving innan evnafrøði (kemi), og longu í lestrarárunum bleiv hon virkin í politikki sum triðji kvinnuligi formaður í Oxford University Conservative Association í 1946. Í nøkur ár starvaðist hon sum kemigranskari. Seinri fór hon at lesa til sakførara og tók prógv í 1953 við sergrein í skattalóggávu.
Í 1959 bleiv hon vald í House of Commons fyri Conservative Party. Í 1975 bleiv hon leiðari í flokkinum – sum tann fyrsta kvinnan nakrantíð. Hon var eisini tann fyrsta kvinnan, sum var leiðari fyri ein stóran bretskan flokk. Í 1970 bleiv hon Secretary of State for Education and Sceince. Og í 1979 bleiv hon forsætisráðharri – sum tann fyrsta kvinnan í Bretlandi. Hon fór frá sum forsætisráðharri og sum floksforkvinna í 1990. Í 1992 fór hon úr House of Commons, 66 ára gomul. Hereftir var hon virkin í fleiri ár í ymiskum felagsskapum, vinnulívinum osfr.
Hon var kend sum jarnkvinnan, sum stóð Ronald Reagan, fyrrv. forseta í Amerika, ógvuliga nær.