Talv

Henda greinin er úrvalsgrein
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Talv
The Chess Pieces
The Chess Pieces

Frá vinstru hvítur kongur, svartur rókur, svørt frúgv, hvít finna, svartur riddari og hvítur bispur.
Spælarar 2
Aldursbólkur 8 ár og upp
Uppsetanartíð 30-60 sekund
Spælitíð 10-240 minuttir
Reglufjøltætti Miðal
Strategistøði Høgt
Tilvildarlig líkindi Eingin
Neyðugur dugnaskapur Taktikkur, strategi

Talv er eitt borðspæl, har tveir telvarar kunnu telva. Telvað verður á einum borði við 64 puntum, har hvør telvari hevur 16 talvfólk, ein tað hvíta fólkið, og ein tað svarta fólkið.

Endamálið er at vinna við at seta kongin hjá mótpartinum skák og mát (eisini rópt mát).

Telvarar skiftast um at leika, men hvítur – tað er telvarin við hvíta fólkinum – leikar altíð fyrst. Ymsu fólkini hava hvør sítt gongulag.

Inngangur[rætta | rætta wikitekst]

Talv verður telvað um allan heim bæði fyri at stytta sær stundir og á professionellum støði. Bæði kvinnur og menn í øllum aldursbólkum telva. Nógvar kappingar eru bæði í talvfeløgum og á altjóða støði. Eisini er væl umtókt at telva á internetinum ímóti telvarum runt allan heim.

Borð og fólk[rætta | rætta wikitekst]

a b c d e f g h
8 8
7 7
6 6
5 5
4 4
3 3
2 2
1 1
a b c d e f g h


Tá ið talvið byrjar, standa talvfólkini, sum myndin vísir omanfyri. Hvítur leikar fyrst og so svartur, og er tað ikki loyvt at leypa leik um. Hvør hevur hvíta, og hvør hevur svarta fólkið, verður antin avgjørt við lutakasti, ella verður tað avgjørt av teimum, ið skipa fyri kappingini.

Talvfólk
Kongur
Frúgv
Rókur
Bispur
Riddari
Finna

Á fyrsta og áttanda raði standa 8 fólk, sum vit vanliga rópa menn. Frá vinstru standa rókur, riddari, bispur, frúgv og kongur. Og frammanfyri teir standa 8 finnur.

Borðið er býtt sundur í 8 loddrættar linjur, sum verða nevndar við tølinum 1-8, og 8 vatnrættar røðir, sum verða nevndar við stavinum a-h. Við hesum ber til at nevna hvønn einstakan punt við heitunum frá a1 til h8, sum í einari koordinatskipan.

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Ávísingar úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið