Kuveit
|
|||
| Tjóðarslagorð: Onki | |||
| Tjóðsangur: Al-Nasheed Al-Watani | |||
![]() |
|||
| Alment mál | Arabiskt | ||
| Høvuðsstaður | Kuwait City | ||
| Emír | Sabah Al-Ahmad Al-Jaber Al-Sabah |
||
| Forsætisráðharri | Nasser Al-Mohammed Al-Ahmed Al-Sabah |
||
| Fullveldi | 19. juni 1961 (frá Stóra Bretland) |
||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
17,818 km² 0 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2010 - tættleiki |
3,566,437 131/km² |
||
| Gjaldoyra | Kuveitiskur dinarur (KWD) | ||
| Tíðarøki | UTC +3 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .kw | ||
| Telefonkota | +965 |
||
Lýðveldið Kuveit (arabiskt; دولة الكويت ella Dawlat al-Kuwayt) er eitt lítið land í Miðeystur. Høvuðsstaður er Kuwait City, og londinum hevur umleið 3,5 millionar íbúgvar. Kuveit hevur mark við tvey lond: Í vesturi hevur Kuveit mark við Saudi-Arabia, í norðri við Irak, og í suðri er Persaflógva.
Innihaldsyvirlit |
Søga [rætta]
Í 1990 tók Irak Kuveit. Innrásin var atvold til Flógvakríggið, tá ið altjóða herlið við Sambandsríki Amerika á odda róku irakar norður um aftur markið.
Búskapur [rætta]
Stórar oljukeldur hava gjørt Kuveit ovurríkt, og oljuídnaður er høvuðsvinna. Áðrenn olja varð funnin í Kuveit í 1940-árunum, var landið fátækt og lítið framkomið. Men stóri oljuútflutningurin hevur gjørt tað til eitt av ríkastu londum í heiminum. Ovurstóra ríkidømið í Kuveit sæst aftur í til dømis dýrum bilum og stórsligum byggingum, sum vatntornunum í høvuðsstaðnum.
Irakska innrásin var sonn vanlukka fyri Kuveit. Tá ið irakar tóku seg aftur, settu teir eld á nógvar oljubrunnar, og hetta fekk álvarsligar avleiðingar fyri alt har um vegir og búskap landsins. Nógv olja rann í havið, og fuglar og sjódýr doyðu. Nógv spreingievni og óbrostnar minur lógu eftir í oyðimørkini. Enn er ikki liðugt at rudda upp eftir flógvakríggið.
Fólkið [rætta]
Lívskorini eru góð; fólkið rindar ikki skatt, og skúlagongd, sjúkraviðgerð og mangar aðrar samfelagsveitingar eru ókeypis.
Landafrøði [rætta]
Kuveit er innast í Persaflógva. Landið er lítið, og meginparturin er oyðimørk.
| Lond í Asia |
| Afghanistan | Armenia | Aserbadsjan | Barein | Bangladesj | Brunei | Burma | Butan | Eysturtimor | Filipsoyggjar | Georgia | Hongkong | India | Indonesia | Iran | Irak | Ísrael | Japan | Jemen | Jordan | Kambodia | Kasakstan | Katar | Kina | Kuveit | Kirgisia | Kýpros | Laos | Libanon | Maleisia | Maldivoyggjar | Mongolia | Nepal | Norðurkorea | Oman | Pakistan | Russland | Sameindu Emirríkini | Saudi-Arabia | Singapor | Sri Lanka | Suðurkorea | Sýria | Tadsjikistan | Teiland | Teivan | Turkaland | Turkmenistan | Usbekistan | Vjetnam |
