Napoleon Bonaparte

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Napoleon Bonaparte (1769 - 1821)

Napoléon Bonaparte (15. august 17695. mai 1821)

Franskur generalur og keisari 18051815

Nabulione Buonaparte varð føddur í Ajaccio á oynni Korsika, ið nýliga var blivin franskt hjáland. Hann var næstelsti sonur Carlo Buonaparte (17461785) og Maria Letizia Ramolino (17501836), sum fingu í alt 8 frísk børn. Hóast bæði foreldrini vóru aðalsfólk, vóru tey ikki rík, tey máttu arbeiða hart fyri at breyðføða børn síni.

Í 1778 bleiv 9 ára gamli Nabullione sendur í ein hernaðarskúla í Norðurfraklandi fyri at læra at tosa rætt franskt, men hann lærdi aldrin rættuliga at tosa og skriva franskt. Hóast hann ikki dugdi so væl franskt, kláraði hann seg væl í skúlanum, hann var serstakliða góður til søgu og støddfrøði. Lærararnir góvu honum franska navnið Napoleón Bonaparte í staðin fyri í teirra eygum bygdasliga italska navnið Nabullione Buonaparte.

Tá Napoléon í 1784 var blivin 15 ár, bleiv hann fluttur til tað kongliga hernaðarakademiið í Paris, har hann hevði avgjørt at blíva offiserur í franska herinum. Napoléon las nógva hernaðarsøgu, og hann sá upp til sínar hetjur, ið vóru Aleksandur Mikli, Karlamagnus, Hannibal og Julius Cæsar. Hesir fýra herførararnir vóru heimsins størstu herførarar, og Napoléon føldi, at hann fór at blíva størri enn hesir nevndu herførarar.

Hann bleiv lærdur á einum hernaðarskúla og fekk skjótt hægri rang, og í 1796 bleiv hann leiðari av tí franska herinum í Italia, har hann fekk Eysturríki og teira sameindu til at gera eina friðaravtalu. Í 1798 hertók Napoleon Ottomansk stýrda Egyptaland í eini roynd í at forða tí bretsku handilsrutuni við India. Hann var strandaður, tá ið skip hansara vóru løgt í oyði av onglendinum í stríðnum um Nilánna.

Harumframt fóru Eysturríki og Russland í samstarv við tær bretsku oyggjarnar. Napolion fór aftur til París har í stjórnin var í neyð. Í einum kvetti varð hann útnevndur til generalkonsul í 1799, og bert tvey á aftan á bleiv hann útnevdur konsul restina av lívstíð hansara. Tvey ár seinni gjørdist hann keisari og stovnaði Banka Fraklands og setti katólsku trúnna sum tjóðartrúgv.

Í 1800 vann hann á Eysturríki við Marengo. Hann fekk sum avtalað eina friðaravtalu, ið førdi til frið í Evropa. Í 1803 fór Bretland í kríggj við Frakland, og aftur seinni vann hann saman við Russlandi og Eysturríki móti Bretland í skipsbardaga við Trafalgar í 1805, so Napoleon avgjørdi ikki at gera landgongd í Bretlandi. Síðan vendi hann sær móti eystur-russisku herdeildunum, og vann móti teimum við Austerlitz seinni sama ár. Hann vann nógv land og eisini innliman í Proysia, ið førdi til at hann eftir øllum at døma fekk valdi á øllum Evropa. Tað heilaga rómverska ríki var deilt, og tað førdi til at Holland og Vesturfalia vóru stovnaði. Tey næstu árini seti Napoleon familiulimir og annað fólk hann hevði álit á at stýra í Hollandi, Vesturfalia, Italia, Spania, Svøríki og Napoli.

Í 1810 gifti hann seg við Josephine de Beauharnais. Tey fingu eingi børn og blivu skild. Hann gifti seg uppaftur við dóttir eysturíkska kongin við tí vón at fáa ein arving. Eitt ár seinni fekk Napoleon ein son.

Í tí penisulara kríginum í byrjaði í 1808, tapti Frakland og teir blivu við í fimm ár. Hetta drenaði tann franska hernaðarliga pengakassan. Og í 1812 tá ið hann invaderaði Russland ið endaði við einari afturtøku. Tað byrjaði at ganga hin vegin og í mars 1814 blev Paris tikin. Napoleon flydi í útlegd á miðjarðarhavs oyggini Elba í mars 1815 rímdi hann og fór at paris aftur. Slagaði við Waterloo stegaði hansara stuttu aðru roynd eftir øllum Evropa tann 18 juni. Bretar tóku hann til fanga á oynni St Helena, har hann doyði 5. mei í 1821.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Lindqvist, Herman: Napoleon. Jyllands-postens forlag 2005

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Bøkur[rætta | rætta wikitekst]

  • Lindqvist, Herman: Napoleon. Jyllands-postens forlag 2005