Evra
Gjaldoyrað evra, euro ella € (EUR) er seinnu árini innført í nógvum av ES-limalondunum. Danmark er ikki við í gjaldoyrasamstarvinum, men danska krónan er kortini sterkt tengd at euroini - kursurin liggur altíð og ridlar um 7,45 DKK fyri eina EUR. Nógv halda, at ES er stigið fram ímóti sameindu tjóðum Evropa, við felags løgreglu, verju og gjaldoyra [1].
Í løtuini eru 17 lond við í evruøkinum (Euro Area ella Eurozone) [2]. Afturat teimum nýta fimm lond evruna sambært formligum avtalum, teirra millum San Marino, Monako og Vatikanið umframt oyggjalondini Saint-Pierre og Miquelon og Mayotte, seks lond nýta evruna uttan formligar avtalur, teirra millum Montenegro, Andorra, Kosovo og fleiri oyggjalond, afturat teimum eru minst ellivu gjaldoyru knýtt at evruni.
Søgan[rætta]
Í 1979 fekst felags gjaldoyra, tá ið avroknast skuldi fyri landbúnaðarvørur. Hetta gjaldoyrað fekk navnið ecu, sum er European Curreny Unit (ella á føroyskum: "Evropeisk gjaldoyraeind"), stytt. Samstundis er ecu eisini navnið á fronskum mynti úr miðøldini. Tann 1. januar 1999 kom í gildi nýtt felags ES-gjaldoyra, sum verður nevnt evra, uppkallað eftir heimspartinum.
Slóðir[rætta]
- ↑ http://www.democracymovementsurrey.co.uk/dyk_theuse.html
- ↑ http://www.independent.co.uk/news/world/europe/estonia-adopts-the-euro-2173588.html