Ríkisumboðið
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ríkisumboðið ella Ríkisumboðsmaðurin er sambært heimastýrislógini ovasta umboð hjá danska ríkinum í Føroyum. Ríkisumboðið er stovnur undir Forsætismálaráðnum, og er bindiliðið millum føroyska heimastýrið og ríkismyndugleikarnar.
Ríkisumboðið hevur sæti á Løgtingi og kann luttaka í løgtingskjakinum um felagsmál - tó uttan at hava atkvøðurætt.
Ríkisumboðið røktar m.a. uppgávur innan hesi øki:
- Mál um ættleiðing, sundurlesing, skilnað, samveru, barna- og konupengar, hjúnarsáttmálar v.m.
- Mál um lóggilding av ríkislóggávum, millumtjóðasáttmálum v.m. fyri Føroyar.
- Mál um frían rættargang í rættarsøkum við dómstólarnar.
- Góðkenning av rættargerðum hjá ómyndugum og fólki undir lógaldur.
- Fólkatingsval.
- Útgáva av árligu frágreiðingini hjá Ríkisumboðnum, og samútgáva av "Færøsk Lovregister".
Eisini er ríkisumboðið føddur limur í nevndini fyri Dansk-Færøsk Kulturfond[1]
Innihaldsyvirlit |
Ríkisumboð síðani heimastýrisskipanin kom í gildi[2] [rætta]
| Frá | Ríkisumboð | Føðingarár-Deyður |
|---|---|---|
| 1948 | Cai A. Vagn-Hansen | 1911 – 1990 |
| 1954 | Niels Elkær-Hansen | 1915 – 2007 |
| 1961 | Mogens Wahl | 1918 – 1986 |
| 1972 | Leif Groth | 1930 – 2009 |
| 1981 | Niels Bentsen | 1936 |
| 1988 | Bent Klinte | 1939 |
| 1995 | Vibeke Larsen | 1944 |
| 2001 | Birgit Kleis | 1956 |
| 2005 | Søren Christensen | 1940 |
| 2008 | Dan M. Knudsen | 1962 |
Sí eisini [rætta]
Keldur [rætta]
Útvortis ávísing [rætta]
| Ríkisumboð í Føroyum | |
|---|---|
| V.A. Vagn-Hansen | N. Elkær-Hansen | M. Wahl | L. Groth | N. Bentsen | B. Klinte | V. Larsen | B. Kleis | S. Christensen | Dan M. Knudsen | |