Flogmýs

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Flogmýs
Trøllflogmús
Trøllflogmús
Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Chiroptera

Flogmýs (frøðiheiti: Chiroptera) eru einastu súgdýr, ið flúgva, og tað eru eini 1100 sløg í flogmúsaættini. 51 av teimum eru funnin í Evropa. Hesi lodnu flogdýrini verða skift í tveir bólkar: Tær smáu, sum eta kjøt, smáflogmýsnar, og tær stóru, sum eta plantur, stór-flogmýsnar. Veingirnir á flogmúsini eru tunn húð, sum er tand út ímillum ógvuliga longu klørnar. Veingirnir eru naknir og tunnir sum sigarettpappír. Hon ballar teir sum eitt teppi um sín mjúka kropp, tá ið hon fer at sova. Um dagin hanga flogmýsnar eftir høvdinum í holum ella trøum, tær sova ella snáka sær. Sløgini í Útnorðri liva øll av skordýrum, men aðrastaðni eta tey sera ymiska føði sum skriðdýr, frukt, smærri súgdýr og fisk. Tær súgva so mikið sum upp í ein eggjakopp av blóði hvørja nátt. Flestu flogmýsnar flúgva í myrkri, og sjálvt um tær hava eygu, stýra tær við høgum ljóðbylgjum, sum menniskju í flestum førum ikki hoyra. Við ljóðbylgjum kunnu tær stýra uttan um alt, ið forðar teimum á leiðini, og hvørt flogmúsaslag hevur sína egnu ljóðmynd. Tí er tað møguligt hjá okkum at kenna sløgini aftur á ljóðmyndini.[1]

Flogmús hava verið til í umleið 70 mill. ár. Størsta flogmúsin í heminum er maleisiski flogrevurin. Flogið er líka breitt sum ein bilur - 1,5 m. Hann etur fruktir og blómusáð. Minsta flogmúsin er humlufluguflogmúsin. Hon er bara 3 cm long og vigar 2 gramm.

Flogmýs í Føroyum[rætta | rætta wikitekst]

Hýggiflogmús. Flogmýs eru sæddar í Føroyum uml. 50 ferðir; men hýggiflogmús er bert skrásett 2 ferðir áður við vissu – 1. í Sandavági í 1988 og 2. í Hvalba í 1994.

Ein grein úr altjóða tíðarritinum Acta Chiropterologica hevur savnað allar flogmýs, sum eru sæddar í Norðsjónum.[2] Hetta er gjørt í samstarvi millum granskarar í Skotlandi, Íslandi og Føroyum. Umrøddar eru flogmýs, ið til og við 2014 vórðu sæddar í Orknoyggjum, Føroyum, Íslandi, Hetlandi og á boripallum í Norðsjónum. 12 ymisk sløg eru greinað. Fýra sløg eru komin úr Norðuramerika til Íslands, meðan hini átta sløgini eru evropeisk. Av teimum 12 sløgunum eru fimm ymisk funnin í Føroyum.

Tann fyrsta fráboðanin um flogmús í Føroyum kom frá Eyðuni Winther í 1964 á Trøðum á Sandi. Men talið á sæddum flogmúsum er vaksið tey seinastu tríati árini. Í 2010 høvdu vit eina innrás av flogmúsum í Føroyum, tá minst 45 vórðu sæddar.[3] Áleið 70 ymiskar fráboðanir um flogmýs komu hetta árið. Flestu flogmýs hava verið sæddar um heystið, færri um várið.

Tey fimm sløgini, ið eru funnin í Føroyum:[4][5]

  • Trøllflogmús (Pipistrellus nathusii) er funnin minst 17 ferðir í Føroyum. Flogmúsin er kløn, long, 44-48 mm., og vigar bara 6-9 gramm. Útbreiðslan er mest í landsynningspartinum av Suðurevropa, men slagið hevur breitt seg norður eftir, og eigur í dag bæði í Danmark og Stóra Bretlandi.
  • Hýggiflogmús (Vespertilio murinus) er funnin tvær ferðir her. Kroppurin er 55-63 mm. langur og vigar 12-14 gramm. Hýggiflogmúsin er tann næstvanligasta í Norðurhøvum aftan á trøllflogmúsina. Finst eins og trøllflogmúsin mest í landsynningspartinum í Evropa, men tó eisini í syðra parti av bæði Norra og Svøríki.
  • Norðflogmús (Eptesicus nilssonii) er sædd eina ferð. Kroppurin er 48-54 mm. og vigar 8-13 gramm. Norðflogmúsin er tann vanligsta flogmúsin í Norðurlondum og er funnin heilt norður til pólkringin.
  • Niðuflogmús (Eptesicus serotinus) er somuleiðis bara sædd eina ferð. Niðuflogmúsin er eitt sindur størri enn norðflogmúsin. Kroppurin er 62-88 mm. langur og vigar 17-35 gramm. Flogmúsin var funnin í eini timburgoymslu. Niðuflogmúsin livir annars í øllum Evrasia norður til 55 °.
  • Leislerflogmús (Nyctalus leisleri) er eisini bara sædd eina ferð her. Hetta er ein stór flogmús við einum kroppi millum 54-64 mm. og eini vekt, sum er 14-20 gramm. Flogmúsin er ikki vanlig og finst mest í Írlandi, Onglandi og norður til Skotlands, har hon eisini er sjáldsom. Hetta slagið flýgur eisini um dagin.

Kelduávísingar[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.snl.no/flaggermus
  2. http://www.bioone.org/doi/abs/10.3161/150811014X683381
  3. http://www.jenskjeld.info/artikler/Bats2014_Petersen_et.al.pdf
  4. Petersen, A. Jensen, J-K, Jenkins, P., Bloch, D, og Ingimarsson, F. 2014. A review of the bats (Chiroptera) on the islands in the North East Atlantic and on North Sea installations. Acta Chiropterologica. 16,1: S. 169 til 195.
  5. http://www.jenskjeld.info/artikler/list_of_bats.pdf