Orknoyggjar
|
|||
| Tjóðarslagorð: Ongin | |||
| Tjóðsangur: Ongin | |||
| Alment mál | Enskt, Skotskt gæliskt | ||
| Høvuðsstaður | Kirkwall (umsitingarmiðdepil) | ||
| Drotning | Elisabeth II | ||
| Stjórnarleiðari | |||
| Fullveldi | Onki | ||
| Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
990 km² 0 % |
||
| Íbúgvar - tilsamans 2008 - tættleiki |
19 900 20/km² |
||
| Gjaldoyra | Bretskt Pund GBP | ||
| Tíðarøki | UTC +0 | ||
| Økisnavn á alnetinum | .uk | ||
| Telefonkota | +44 |
||
Orknoyggjar (Skotskt gæliskt: Arcaibh, enskt: the Orkney Islands) eru ein oyggjabólkur millum Hetland og skotska meginlandið. Oyggjabólkurin er ein av 32 skotskum regiónunum. Tað eru 200 smáar oyggjar 16km í ein norðan úr Caithness í Norðurskotlandi. Størsta oyggin kallast Mainland (sama orð sum føroyskt meginland). Fólk býr á umleið 20 oyggjum.
Orkney hevur umleið 19.900 íbúgvar, harav búgva 7000 í høvuðsbýnum Kirkwall. Í ferjubýnum Stromness búgva umleið 2000 fólk.
Innihaldsyvirlit |
Søga[rætta]
Skara Brae[rætta]
Bygdin Skara Brae varð bygd í yngru steinøld um 3.000 f.Kr. Hon varð funnin av tilvild í 1850, tá ið sandurin, sum hevði fjalt bygdina øld eftir øld, feyk burtur í einum herviligum ódnarveðri. Í bygdini eru eini tíggju laðað hús. Veggirnir vóru laðaðir av fløtum hellum, gólvini vóru steinsett við stórum hellum. Innbúgvið var laðað av gróti ella høgt inn í veggin. Búnyttur og amboð vóru eisini av steini, sumt av beini. Viður var eingin, tí skógur veksur ikki í Orknoyggjum.
Skara Brae varð sett á heimsmentanararvslistan hjá UNESCO í 1999.
Landalæra[rætta]
- Auskerry er ein lítil oyggj við vita og fuglareservati.
- Burray er ein lítil oyggj, sum hevur eitt savn við steinrenningum.
- Eday
- Egilsay
- Eynhallow
- Flotta
- Graemsay
- Holm of Papa
- Hoy
- Mainland
- North RonaldsayMainland
- Papa Stronsay
- Papa Westray
- Rousay
- Sanday
- Shapinsay
- South Ronaldsay
- Stronsay
- Westray
- Wyre
Føroyar og Orknoyggjar[rætta]
Tað er vorðið alt meira vanligt, at føroyingar vitja Orknoyggjar, hetta kemst millum annað av tí at stuttleikabátar eru vorðnir alramannaogn, og at nógvur av bátaeigarunum dámar væl at vitja næstu grannalondini.
Myndasavn[rætta]
-
Magnuskirkjan í Kirkwall - hon er nøkurlunda javngomul við Magnuskirkjuna í Kirkjubø.
-
Útsýni frá Pentland Firth.
-
Útgrevstur av Skara Brae.
-
Steinsirkulin Ring of Brodgar á Mainland.