Vár

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Árstíðir
Um várið koma smálombini í Føroyum.
Vár í Danmark.

Várið er ein av teimum 4 árstíðunum. Á norðaru hálvkúlu er várið frá Várjavndøgum 20.-21. mars til 21.-22. juni. Í Norðurlondum er eisini vanligt at siga, at várið frá 1. mars til 31. mai. Í Føroyum er ikki so stórur munur á hitanum í teimum ymisku árstíðunum, men tað sæst stórur munur á ljósinum, dagarnir gerast longri og bøurin grønkast. Frá 1961 til 1990 var miðalhitin í Tórshavn 3,8 hitastig í mars, í apríl var hann 5,0 og í mai var hann 7,0 hitastig. Sama tíðarskeið og sama stað var avfallið 132 mm í mars, 88 mm í apríl og 70 mm í mai.[1]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. hagstova.fo, Hagtalsgrunnur, Umhvørvi, Veður
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið