Gudloysi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Gudloysi ella ateisma merkir uttan gud. Orðið "ateisma" stavar úr griskum (a-theos) og merkir bókstaviliga "uttan gud" og føroyska týðingin "gudloysi" merkir tað sama. Fólk, sum eru gudloysingar, trúgva ikki upp á nakran gud ella gudar. Munur er á gudloysi og skeptisismu ella at vera tortrúgvin. Nógvir gudloysingar eru eisini skeptikarar, men ikki allir og tað er gjørligt at ikki trúgva upp á ein gud el. gudar, meðan ein samstundis trýr uppá gand og ymiskt annað. Tað einasta, sum allir gudloysingar hava til felags, er, at teir ikki trúgva upp á nakran gud. Hetta ger tað trupult at samla allar gudloysingar í sama bás. Ósemja finst millum gudloysingar um hvat besta heitið er at ganga undir, júst hvat teir so trúgva og hvørt gudloysi er eitt ov avgjørt heiti. Í Føroyum er ein felagsskapur til fyri gudloysingar sum eitur "Gudloysi"[1]. Hetta felag var stovnað í august 2008 og hevur síðani ment seg til ein lívligan luttakara í samfelagsligum kjaki, tá talan er um ta ávirkan, sum átrúnaður hevur á føroyska gerandisdagin.

Í 13 londum fáa gudloysingar deyðarevsing, um teir verða avdúkaðir. Hetta kemur fram í einari kanning, sum altjóða felagsskapurin IHEU (International Humanist and Ethical Union) hevur gjørt í sambandi við altjóða mannarættindadagin í 2013. Kanningin vísir, at umframt hesi 13 londini (Afganistan, Iran, Maleisia, Maldivoyggjar, Móritania, Nigeria, Pakistan, Katar, Saudiarábia, Somalia, Sudan, Jemen og U.A.E.) sum øll eru muslimsk, eru eisini lond í Vesturheiminum, ið fremja mismun móti teimum, sum ikki trúgva upp á nakran gud ella gudar. Løgfrøðingar og serfrøðingar í mannarættindum hava í sambandi við kanningina hugt eftir lógarverkum, rættarfrásagnum og søgum í fjølmiðlum [2].

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. Heimasíðan hjá Gudloysi
  2. http://www.reuters.com/article/2013/12/10/us-religion-atheists-idUSBRE9B900G20131210