Sigmundur Brestisson
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Standmynd í Sandvík til minnis um Sigmun Brestisson. Hans Pauli Olsen gjørdi standmyndina í 2006. Heitið er: Sigmundur Brestisson - Hin seinasta ferðin.
Sigmundur Brestisson (føddur 961 í Skúvoy - doyði í Sandvík 1005).
Sambært Føroyinga søgu, var tað stórbóndin og víkingurin Sigmundur Brestisson, ið kristnaði Føroyar. Í ár 999, noyddi Sigmundur, eftir boðum frá norska konginum Ólavi Trygvasyni, føroyingar at taka við nýggjari trúgv. Mótstøðan móti tí nýggju trúnni, undir leiðslu av tí víðagitna Trónda í Gøtu, varð skjótt niðurbard og hóast Sigmundur sjálvur lat lív, fekk kristindómurin fótafesti.
Gravstaðurin hjá Sigmundi við gravsteini er varðveittur í kirkjugarðinum í Skúvoy.[1]