Tvøroyri

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Tvøroyri
Ortsschild-kl.png
Tvøroyri á Føroyakortinum.
Postnummar FO 800
Kommuna Tvøroyrar kommuna
Íbúgvar (2014) 850 (1763 kommunan)

Tvøroyri er ein býur í Suðuroy, partur av Tvøroyrar kommunu, og har búgva 1.763 fólk 2014. Fólkatalið var býtt soleiðis millum bygdirnar: 850 á Tvøroyri, 510 í Trongisvági, 287 í Froðba, 67 í Øravíkarlíð og 44 í Øravík.

Tvøroyrar kirkja[rætta | rætta wikitekst]

Tvøroyrar kirkja varð smíðað í Noregi og síðan førd við skipi til Føroya, har hon var reist á Tvøroyri og vígd í 1908. Í mun til aðrar kirkjur í Føroyum, so er hendan kirkjan smíða uttanlanda, á Strømmen Trævarefabrik A/S í Noregi. Arbeiði fór ígongd um heystið í 1906 og var liðugt í 1907. Kirkjan varð sett upp á ætlaða staðnum. Um várið 1908 var hon klár at taka í nýtslu, og Kr. Himmalferðardag sama ár fór vígslan fram.

Kongaligi Einahandilin og T.F. Thomsen A/S[rætta | rætta wikitekst]

Føroyar í 1856 fingu fríhandil, varð felagið T.F. Thomsen A/S stovnað. Danin Thomas Frederik Thomsen úr Keypmannahavn keypti bygningarnar eftir danska kongaliga einahandlinum á Tvøroyri. Hesir vórðu seldir á uppboði á Tvøroyri hin 9. juni 1856. T.F. Thomsen A/S hevði reiðaravirksemi við nógvum skipum upp gjøgnum árini inntil í 1996, tá seinasta skipið í felagnum varð selt. Eftir tað varð hildið fram við Krambúðini hjá Thomsen, sum seldi matvørur og aðrar kai-relateraðar vørur til fiskafólkið á økinum. Í yvir 100 ár hevði felagið umboð fyri D.F.D.S., hvørs skip sigldi millum Føroyar, Ísland og Keypmannahavn.

Johan Mortensen og N.J. Mortensen[rætta | rætta wikitekst]

Johan Mortensen úr Øravík, fekk handilsbræví 1858 og setti seg niður á Tvøroyri. Handilsvirkið hjá Johan Mortensen gjørdist skjótt eitt tað størsta í Føroyum, sum eftir deyða hansara i 1889 varð gjørt til partafelag undir navninum A/S J.Mortensens Eftf. Ein sonur, N. J. Mortensen tók seg kortini burtur og fekk egið handilsvirki í 1911.

Hvannhagi[rætta | rætta wikitekst]

Hvannhagi og Vatnið í Hvannhaga, sæð úr Frostgjógv.

Hvannhagi verður mettur at vera besta pláss í Føroyum til tjóðargarð. Staðið er avbyrgt, men kortini væl atkomandi til gongu. Sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag við einum fjøllbroyttum plantu- og djóralívi. Hvannhagi er eitt sermerkt og vakurt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Hann liggur avbyrgdur og kann bert røkkast til gongu. Vanliga verður gingið frá vestara endanum av Ovara vegi á Tvøroyri, og har verður gingið eftir einari gøtu norðureftir tvørturum fjallið.

Hvannhagi er kransað av steyrrættum fjallalíðum, og har slepst bert oman í tveimum støðum. Verður gingið oman eftir tí eystaru gøtuni, er eitt frálíkt útsýni norðureftir til Lítlu og Stóru Dímun.

Hvannhagi hevur eitt sjáldsamt jarðfrøðisligt landslag, sum er vælkent av jarðfrøðingum eisini í altjóða høpi.

Á hvørjum ári verður skipað fyri gongutúrum til Hvannhaga, og hetta er ein væl vitjaður útferðarstaður fyri bæði útlendingar og føroyingar.[1]

Hvannhagi er sundurbýttur hagi - Norðaripartur og Uttaripartur. Hagin hevur einki ásett markatal og liggur í tveimum markatalsbygdum. Hvannhagi Norðaripartur hevur 70 áseyðir. Seyðamarkið er "Fjøður mitt um heilt" á høgra oyra. Hvannhagi Uttaripartur hevur 72 áseyðir. Seyðamarkið er "Mitt um sýling" á vinstra oyra.

Søvn og gallarí[rætta | rætta wikitekst]

Á Tvøroyri er eitt bygdarsavn, sum eitur Tvøroyrar Bygda og Sjósavn. Savnið er í Doktaragøtu, tætt við Havnarlagið í gomlu Doktarahúsinum. Húsið hevur eisini verið býráðsskrivstova. Tað er Tvøroyrar Forninnisfelag sum rekur bygdarsavnið. Savnið eigur 1500 skrásettir lutir og 1700 myndir.[1] Formaður í felagnum er Einar Larsen. Á Tvøroyri er eitt gallarí, sum eitur Gallarí Oyggin. Tað er Palle Julsgart, sum eigur og rekur Gallarí Oynna. Gallaríið hevur skiftandi framsýningar við føroyskum og øðrum norðurlendskum listafólkum, umframt fasta framsýning við verkum eftir Palla Julsgart sjálvum. Í havanum og á økinum yvirav gallarínum eru fleiri standmyndir, sum Palle Julsgart hevur gjørt.[2]

Myndir av Tvøroyri[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Sudurras1.com, Tvøroyrar Fornminnisfelag havt aðalfund
  2. Visitsuduroy.fo

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið