Trongisvágur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Trongisvágur
Ortsschild-kl.png
Trongisvágur á Føroyakortinum.
Postnummar FO 826
Kommuna Tvøroyrar kommuna
Markatal 24-03-00
Íbúgvar (2014) 510
Trongisvágur

Trongisvágur er ein bygd í Suðuroynni, sum hoyrir til Tvøroyrar Kommunu. Trongisvágur er tó eldri bygd enn Tvøroyri. Tvøroyri varð ikki bygt fyrr enn í 1830'unum, tá Kongaligi Einahandilin lat upp krambúð á Tvøroyri. Trongisvágur liggur rundanum Trongisvágsfjørð, bygdin gongur næstan heilt út til Hvítanes á norðaru síðu av fjørðinum, runt um fjørðin, suður um fjørðin til áleið har sum Drelnes er (har sum Saltsiloin er). Ferjulegan hjá Smyrli eitur Krambatangi og er beint eystanfyri Trongisvág á syðra armi av Trongisvágsfirði. Grannabygdin fyri sunnan er Øravík. Ein ítróttarhøll er í Trongisvági, har er eisini Trongisvágs Skúli, ein kantina og barnaansing hjá Tvøroyar Kommunu. Fleiri ítróttarfeløg venja og spæla dystir í ítróttarhøllini, m.a. flogbóltsfelagið TB[1], borðtennisfelagið TBF[2] og TB hondbóltur og TB innandura fótbóltur. Nevnast kann eisini, at fleiri kendir TBarar eru úr Trongisvági. Kampingpláss er á parkeringsøkinum sunnanfyri ítróttarhøllina, tað er væl vitjað í summarhálvuni.[3]

Viðarlundin í Trongisvági[rætta | rætta wikitekst]

Á veg til Hvalbiartunnilin koyrir ein framvið Viðarlundini í Trongisvági. Viðarlundin er sera hugnalig. Har rennur ein á gjøgnum viðarlundina, gøtur eru gjørdar inni í viðarlundini og benkur og grillir eru settar upp, so fólk kunnu hugna sær har.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. TBFlogboltur.com
  2. TBF.fo
  3. Visitsuduroy.fo

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]