Øravík
|
||
| Postnummar | FO 827 | |
| Kommuna | Tvøroyrar kommuna | |
| Markatal | 24 | |
| Íbúgvar (2010) | 42 | |
Øravík er bygd í Suðuroy. Har búgva 42 fólk (2010). Øravík er partur av Tvøroyrar kommunu. Øravík er á eystursíðuni á Suðuroynni, miðskeiðis í oynni. Grannabygdirnar eru Fámjin, Hov og Trongisvágur. Fyri at koma til Fámjins, sum er bygd á vestursíðuni av Suðuroynni, má ein koyra gjøgnum Øravík fyrst og snara av har. Ferjulegan í Suðuroynni, Krambatangi, er ber fáir minuttir norðanfyri bygdina Øravík, í Øravíkarlíð. Eitt hotel er í Øravík, sum eitur Hotel Øravík ella Gistingarhúsið við Á. Har er eisini matstova. Summarhús verða eisini útleigað í Øravík. Eitt bønhús er í bygdini. Har er eitt lítið havnalag við einari kai og nøkur neyst eru har. Neyt eru eisini at síggja í Øravík umframt seyð og gæs. Úr Øravík á veg suðureftir kann ein velja at koyra til Hovs antin gjøgnum Hovstunnilin, sum varð tikin í brúk í 2007 ella eftir gamla vegnum um Hovsegg sum gongur gjøgnum Tjaldavík og eftir Hovseggini.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Vegurin úr Øravík um Hovsegg
Hesin vegur verður nú mest brúkt av teimum sum eiga seyð í økinum ella av fólki sum velur at fara henda longra teinin fyri at njóta vakra útsýnið. Tað sæst langan veg norður eftir um tað er klárt í veðrinum frá vegnum um skarði, beint áðrenn veguri fer rundan um fjallið til Hoveggina. Í Hovseggini er eisini vakurt útsýnið suðureftir, ein sær heilt suður til Beinisvørð í klárum veðri, og so er sermerkt basalt grót framvið vegnum, stabbagrót, men skapað meira í "zikzak" formi, ikki sum beinir stabbar, sum stabbagrótið í Froðba, heldur meinlíkt tí sum ein sær í Kúlugjógv í Froðba. Longri uppi í fjallinum er tó basalt grót, sum er í stabbaskapið eins og tað fram við Froðbiarvegi.
[rætta] Uppi millum Stovur, Gálgagjógv og Tjaldavík
Øravík er m.a. kent úr Suðuroyarsøgnum við tað at Tingstaðurin var í Øravík á einum stað sum eitur Uppi millum Stovur. Beint sunnanfyri Øravík er Tjaldavík og Tjaldavíkshólmur. Tjaldavík hevur fingið navn eftir øllum tjøldunum, sum hava staðið har, tá Tingstova var Uppi millum Stovur. Gálgagjógv er á norðaru síðu av víkini, niðri við sjóvarmálan á nesinum millum Øravík og Trongisvág. Har blivu fólk tikin av døgum fyrr í tíðini, eftir at tey vóru dømd til deyða í Tingstovuni Uppi millum Stovur.
[rætta] Myndir
-
Øravík og Trongisvágsfjørður.
-
Tjaldavíkshólmur, Trøllavík, Tjaldavík, Øravík og Trongisvágur.
-
Vitin í Øravík (vestanfyri Gálgatanga, eystanfyri Krambatanga).
[rætta] Keldur
- Suðuroyarsagnir
- Suðuroyar Kunningarstova
[rætta] Útvortis ávísingar
- Oravik.com, Hotel Øravík.
