Jóhan Olsen (bátasmiður)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Jóhan Olsen smíðar ein bát í verksmiðuni á Lítla Tippi á Sevmýri á Tvøroyri, 2011.
Báturin Naddoddur, sum Jóhan Olsen hevur smíða.

Jóhan Olsen (føddur 1953 á Tvøroyri) er føroyskur bátasmiður. Hann hevur smíðað fleiri bátar, m.a. kunnu nevnast báturin Naddoddur[1] og kappróðrarbáturin Suðringur. Naddoddur er seksæringur og Suðringur er 10-mannafar hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag[2].

Trý ættarlið av bátasmiðum[rætta | rætta wikitekst]

Jóhan er triðja ættarlið av bátasmiðum á Tvøroyri. Abbi hansara var Andreas Olsen, sum var føddur í Froðba í 1890 og doyði í desember 1958.[3] Í 1904 fór Andreas í læru hjá Danjal Mortensen, teir smíðaðu í verkstaði Undir Heygnum á Tvøroyri. Pápi Jóhan var Niclas Olsen (føddur 1915 í Hvalba, uppvaksin á Tvøroyri. Niclas smíðaði fleiri bátar og umvældi eisini sluppir. Hann smíðaði Undir Heygnum til hann flutti virksemi yvirum fjørðin í 1954 til Punthavnina. Hann smíðaði og umvældi í Punthavnini til 1962, tá verkstaðurin aftur flutti yvirum fjørðin til Lítla Tippi, har Jóhan enn hevur sína verksmiðu. Andreas og Niclas gjørdu tó eisini annað arbeiði enn at smíða bátar, eitt skifti róðu teir út í Grønlandi. Pápi Jóhan, Niclas hjálpti Jóhan at smíða Naddodd í 1996, hann var tá 82 ára gamal. Niclas, andaðist í 2005 90 ára gamal.[4] Jóhan varð útlærdur timburmaður í 1976. Hann hjálpti pápanum at smíða og umvæla bátar í fleiri ár, áðrenn hann sjálvur fór í holt við at smíða bátar. Jóhan smíðaði sín fyrsta bát í 1977. Hann hevur eisini smíða motorbátin Fríðhild, sum hann sjálvur rør út við.[5]

Útróðrarmaður og ferðavinnuvirksemi[rætta | rætta wikitekst]

Umframt at smíða og umvæla bátar arbeiðir Jóhan eisini sum útróðrarmaður. Harumframt eiga hann og konan eisini summarhús, sum er uppiá neystinum hjá teimum, hesi verða útleigaði til ferðafólk og til tíðir verður summarhúsið eisini útleigað sum næmingaheim.[6]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. "Privat heimasíða hjá Bátafelagnum Naddoddi". http://heima.olivant.fo/~jaje/index.html. Heintað 2011-04-21. 
  2. "Felagið Naddoddur, um Jóhan Olsen". http://heima.olivant.fo/~jaje/johan.html. Heintað 2011-04-21. 
  3. "Porkeri.info". http://www.porkeri.info/Kirkjugar%C3%B0ar/Jar%C3%B0a%C3%B0i%20%C3%A1%20Sevm%C3%BDri.htm. Heintað 2011-04-21. 
  4. Tinganes.fo, Tíðindi úr Føroyum frá Kringvarpi Føroya – vika 31 (niðast á síðuni undir "Andlát")
  5. "Heimasíðan hjá felagnum Naddoddi, Johan Olsen, bátabyggjarin, í ruffinum á Fríðhild". http://heima.olivant.fo/~jaje/johan.html. Heintað 2011-04-21. 
  6. "VisitSuduroy.fo". http://www.visitsuduroy.fo/index.asp?pID=%7BB69911FF-6D47-4FC7-BEEA-5E18DA4CE03D%7D. Heintað 2011-04-21. 
  • Samrøða við Jóhan Olsen

Útvortis ávísingar[rætta | rætta wikitekst]