Tvøroyrar kirkja

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tvøroyrar kirkja.

Tvøroyrar kirkja er føroysk fólkakirkja i Suðuroy, sum var bygd í 1908. Talan er um eina norska trækirkju, sum var bygd í Noregi, og síðan flutt til Føroya og reist á grótgundina á Tvøroyri. Ætlanin var upprunaliga, at kirkjan skuldi vera ein grótkirkja, men tað fór at gerast ov kostnaðarmikið, og so endaði tað við at gerast ein trækirkja. Áðrenn arbeiði fór í gongd hevði A/S J. Mortensen Eftf. bjóðað sær at geva alt byggitilfarið um kirkjan varð gjørd úr timburi [1]. Grundin á kirkjuni er bygd av gróti, stabbagróti, sum er tikið úr fjallinum omanfyri kirkjuna. Kirkjan er stór og rúmar umleið 500-600 fólkum. Samuel Jacob Sesanus Olsen var urguleikari við Tvøroyrar kirkju í nærum 25 ár.

Kirkjan í Valinum á Tvøroyri[rætta | rætta wikitekst]

Kirkjan sum nú stendur á Tvøroyri er ikki tann fyrsta. Ein kirkja varð bygd í Froðba í 1836, men av tí at Tvøroyri vaks og fleiri og fleiri fólk búsettust har, so var tørvur á einari kirkju har, og tí varð kirkjan flutt úr Froðba inn á Tvøroyri. Hon stóð tá mitt í Valinum, sum staði eystanfyri sjúkrahúsið verður nevnt. Har stóð kirkjan til tann nýggja varð bygd, tá varð gamla kirkjan tikin niður og flutt til Sandvíkar og bygd upp aftur har í 1908, og har stendur hon enn.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Folkakirkjan.fo: Tvøroyrar kirkja