Norröna

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Norröna
Norröna.jpg
Skipanavn Norröna II
Byggiár 2003
Reiðarí Smyril Line
BRT 36000
Ferð 21 míl
Ferðafólk 1.482
Bilar 800
Longd 164 m
Breidd 30 m

Norröna er størsta ferðamannaskip í Føroyum sum siglir millum Tórshavn, Hirtshals[1] og Seyðisfjörður. Hon sigldi ímillum Hanstholm, Tórshavn, Bergen, Seyðisfjörður og Scrabster.

Í 2006 fór Smyril Line at tosa um at skifta út Lerwick við Scrabster, men hetta vakti stóra øsing, ikki minst frá hetlendingum, sum hava fíggjað stóran part av Norrönu. Frá summarinum 2007 er Norröna kortini farin at sigla aðruhvørja viku til Lerwick og aðruhvørja viku til Scrabster.

Frá 2009 siglir Norröna bara ímillum Hanstholm, Esbjerg, Tórshavn og Seyðisfjörður[2].

Seinni gavst Norröna at sigla til Hanstholm og fór í staðin ta sigla til Hirtshals.

Norröna I[rætta | rætta wikitekst]

Tann gamla Norröna var bygd í 1973 í Rendsborg sum Gustav Wasa. Frá 1983 æt hon Norröna og sigldi fyri eigaran Smyril Line millum Danmark, Føroyar, Ísland og Noreg. Hetta skipið hevði pláss fyri 1.050 ferðafólkum og 300 bilum. Avloysarin er tann nýggja Norröna (frá 2003).[3] Men tað gamla skipið er enn undir føroyskum flaggi - sum trúboðanarskipið Logos Hope.

Norröna II[rætta | rætta wikitekst]

Tann nýggja Norröna er eitt luksusskip. Tað var bygt í Lübeck, og 8. apríl fór hon jomfrútúrin úr Týsklandi við kós ímóti Føroyum, har hon varð sett í rutusigling 10. apríl 2003.

Við eini longd upp á 164 m og eini breidd á 30 m hevur hon pláss fyri umleið 1.500 ferðafólkum og eisini 800 bilum. Manningin telur umleið 120 fólk.

Norröna hevur luksuskømur, stór handilsøki, góðar matstovur, barrir, dansihøli, spælipláss til børn, svimjihyl, venjingarhøll o.s.fr.

Norröna II kostaði umleið 100 mió. evrur, sum var rættiliga dýrt fyri Smyril Line, og tað gav reiðarínum fíggjarligar trupulleikar. Men tað kláraði seg, og nú er tað við íslendskari, hetlendskari og almennum stuðli tryggjað, at Norröna verður verandi eitt føroyskt skip.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. smyrilline.com
  2. Smyril dropper Bergen
  3. Smyril Line - broytingar ár fyri ár

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]