Grímur Kamban

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Grímur Kamban var fyrstur at búsetast í Føroyum.

Grímur Kamban var sambært Føroyingasøgu fyrsti víkingur at seta búgv í Føroyum. Roknað verður við, at hetta hendi umleið ár 825. Sambært Dicuil búðu tó írskir munkar í Føroyum áðrenn Grímur Kamban setti búgv í Føroyum.

Fyrsta vers í Føroyingasøgu greiður stutt frá búseting Grím Kambans í Føroyum:

Maður er nevndur Grímur Kamban; hann var fyrsti maður, ið setti búgv í Føroyum. Men á døgum Haralds Hárfagra flýddi stór mannfjøld undan harðræði hansara; summir settust í Føroyum og bygdu har, men summir leitaðu í onnur óbygd lond.

Aðrar frásagnir eru ikki í Føroyingasøgu um Grímur Kamban. Føroyingasøga verður tó mett at hava skeiva tíðarfesting ísv. Harald Hárfagra, tí abbasonur Grím Kambans, Tórálvur Smør, sambært Landnámabók var við á rannsóknarferðini hjá Flóka Vilgerðarsson til Íslands áðrenn ár 874, og landnám Grím Kambans í Føroyum tí má hava verið um hálva øld áðrenn ferð Tórálvs.

Fornavnið Grímur er av norrønum uppruna, meðan eftirnavnið Kamban verður mett at vera av keltiskum uppruna. Summir granskarar meta tí, at føroyska landnámi kom ikki beinleiðis frá Noregi, men umvegis norrøn niðursetuøkir á keltiskum øki, til dømis Hetlandi, Hebridunum ella Írlandi.

Vanligt er at siga, at Grímur Kamban setti búgv í Funningi í Eysturoynni.

Gøtan Gríms Kambans gøta í Havn er uppkallað eftir Grími Kamban.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Færeyínga Saga eller Færøboernes Historie i den islandske Grundtext med færøisk og dansk Oversættelse / udgiven af Carl Christian Rafn (1832). Tórshavn: Offset-prent, Emil Thomsen, 1972 - 284 s.
  • Føroyingasøga / útløgd úr íslandskum av V. U. Hammershaimb. Tórshavn, 1884. 137 s.
  • Føringasøga / útløgd og umarbeid av nýggjum av C. Holm Isaksen. Tórshavn: 1904. 116 s.
  • Færeyingasaga. Den islandske saga om færingerne / på ny udgiven af Det kongelige nordiske oldskriftselskab. Keypmannahavn: Det kongelige nordiske oldskriftselskab, 1927. - xix, 84 s.
  • Føroyingasøga / umsett hava Heðin Brú og Rikard Long. Tórshavn: Skúlabókagrunnurin, 1962 - 105 s.
  • The Faroe Islanders' saga / translated and annotated by George Johnston; edited by Michael Macklem; drawings by William Heinesen. Ottawa: Oberon Press, 1975. - 144 s.