Venceslaus Ulricus Hammershaimb

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá V. U. Hammershaimb)
Far til: navigatión, leita
V. U. Hammershaimb.

Venceslaus Ulricus Hammershaimb (25. mars 1819 í Sandavági - 9. apríl 1909 í Keypmannahavn). Hann er kendur sum faðirin at skriftmáli føroyinga. Foreldur: Jørgen Frantz Hammershaimb og Armgarð Maria Egholm. Gav í 1854 fyrstu føroysku mállæruna út og gjørdi ta nýggju rættskrivingina. Gjørdist í 1855 prestur í Kvívík. Gjørdist í 1862 prestur á Nesi í Eysturoy, próstur frá 1867. Her lat hann í 1863 nýggjan prestagarð byggja, sum konan hevði tekna. Sat á løgtingi 3 skeið. Flutti í 1878 við konuni til Danmarkar at búgva. Í Sandavági varð minnisvarði reistur í 1919, V.U. Hammershaimb til heiðurs.

V. U. Hammershaimb var prestur og próstur í Føroyum. Hann flutti í 1878 til Danmarkar, har hann doyði 8. apríl í 1909, júst fyltur 90 ár.

Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Vit hoyra ofta sagt, at tað var V. U. Hammershaimb, sum gav okkum bókstavin Ð, og rætt er tað. Við íblástri frá vinmanni sínum, Jóni Sigurðsson, professara og málfrøðingi úr Íslandi, kom hann við hugskotinum um etymologiska stavsetingarháttin, har vit fara aftur til frummálið, heldur enn at skriva málið soleiðis, sum tað verður framborið.

Hammershaimbsættin er gomul í Føroyum. Fyrstur í Føroyum av hesi ætt var langabbi V. U. Hammershaimb, Jørgen Frants de Hammershaimb, sum var føddur í Keypmannahavn 31. oktober í 1688. Hann starvaðist hjá Gablunum og kom soleiðis til Føroya at verða fúti í 1723. Hann giftist sama ár við danskari konu, og fingu tey tvey børn.

Konan doyði tíðliga, og tá giftist Jørgen Frants de Hammershaimb uppaftur við Elisabeth Christine Samuelsdatter, dóttir Samuel Pedersen Lamhauge, løgmann, í Nýggjustovu í Havn. Tey fingu 13 børn – og eitt teirra var V. U. Hammershaimb, sum eisini var fúti. Hann fekk sonin Jørgen Frants Hammershaimb, sum var Føroya síðsti løgmaður, áðrenn Løgtingið varð niðurlagt í 1816. Jørgen Frants giftist eisini í Nýggjustovu í Havn, eins og abbin – við Armgard Mariu Egholm, og fingu tey bæði sonin Venselslaus Ulricus Hammershaimb, og dótrina Marie Louise Hammershaimb, sum var ógift.

Kelda: Eirikur Lindenskov, Sosialurin, 8. apríl 2009 Copyright: Eirikur Lindenskov

[rætta] Útgivið

Persónlig amboð
Navnarúm

Ymisk sløg
Skoðanir
Gerningar
Navigatión
Luttøka
Amboð
Onnur mál