Ð

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Latínskir bókstavir
Tað føroyska stavraðið
AaÁáBbDdÐðEeFfGgHhIiÍíJjKkLlMmNnOoÓóPpRrSsTtUuÚúVvYyÝýÆæØø
Tað danska stavraðið
AaBbCcDdEeFfGgHhIiJjKkLlMmNnOoPpQqRrSsTtUuVvWwXxYyZzÆæØøÅå
Aðrir evropeiskir bókstavir
Àà · Ââ · Ää · Ãã · Āā · Ąą · Ăă · Çç · Ĉĉ · Čč · Ćć · Ðđ · Ďď · Èè · Éé · Êê · Ëë · Ęę · Ēē · Ĕĕ · Ėė · Ěě · Ĝĝ · Ğğ · Ġġ · Ģģ · Ǧǧ · Ĥĥ · Ħħ · Ìì · Îî · Ïï · Įį · İı · Ĩĩ · Īī · Ĭĭ · Ĵĵ · Ķķ · Ǩǩ · Ĺĺ · Ļļ · Ľľ · Ŀŀ · Łł · Ńń · Ņņ · Ññ · Ňň · Òò · Ôô · Öö · Õõ · Őő · Ǫǫ · Ōō · Ŏŏ · Ơơ · Ŕŕ · Ŗŗ · Řř · Śś · Ŝŝ · Şş · Șș · Šš · ß · Ťť · Ŧŧ · Ţţ · Țț · Þþ · Ùù · Ûû · Üü · Ũũ · Ūū · Ŭŭ · Ųų · Ůů · Űű · Ƿƿ · Ȝȝ · Ưư · Ŵŵ · Ŷŷ · Ÿÿ · Źź · Žž · Żż
Sí eisini: Grikska alfabetið
Ð

Ð ella ð er 5. bókstavur í tí føroyska stavraðnum og er eisini ein av bókstavunum í íslendska stavraðnum og hevur fyrr verið brúkt í fornum og miðenskum. Á føroyskum verður hesin bókstavur nevndur edd. Eitt føroyskt orð kann ikki byrja við ð, men ð kann standa mitt í einum orði ella í endanum av einum orði. Bókstavurin ð er stummur á føroyskum, men ikki á íslendskum. V.U. Hammershaimb valdi at taka ð við í mállæru hansara, meðan Dr. Jakobsen ikki tók ð við í hansara uppskoti til stavrað og mállæru. Av tí at ð er stumt á føroyskum eru tað mong ið hava trupult við at stava føroyska málið rætt, tí ein skal kenna reglarnar væl fyri at kunna stavað málið rætt. T.d. skal eitt sagnorð sum stendur í hvørjumfall ongantíð enda við ð, meðan eitt hvørkikynsorð ið er bundið, skal enda við ð, meðan óbundið hvørkikynsorð ikki endar við ð. Orðið var kann stavast við ella uttan ð. Um týdningurin av orðinum er tað sama sum bleiv, so skal varð í hesum føri enda við ð, meðan var sum er tátíðarfomurin av er, ikki endar við ð. Eitt annað orð ið ljóðar eins, men stavast ymiskt,í og , har í hevur sama týdning sum i á donskum og in á enskum, meðan hevur sama týdning sum som á donskum ella which á enskum.

Tað kemur fyri, at føroyskir skúlanæmingar duga betri at skriva á donskum enn á føroyskum, tá hugsa verður um stavivillur, og skyldast hetta sum oftast bókstavin ð. Føroyingar lesa ofta danskt á gøtudonskum, sum kann gera tað, at tað gerst lættari fyri føroyingar at skriva á donskum enn tað er fyri enn fyri danir at skriva teirra móðurmál, tá hugsa verður um at skriva uttan stavivillur.