Jakob Jakobsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Jakob Jakobsen.

Jakob Jakobsen (føddur 22. februar 1864 í Tórshavn; † 15. august 1918 í Keypmannahavn) var føroyskur málfrøðingur. Pápi hansara var H. N. Jacobsen bókhandlari og bókbindari, sum stovnaði gamla bókahandilin á Vaglinum í Havn. Jakob var yngstur av trimum systkjum og einasti sonur. Hann fór trettan ára gamal til Danmarkar at ganga í skúla. Tá ið hann hevði lokið studentsprógv, las hann norrønt mál, franskt og latín. Hann var fyrsti føroyingur, sum fekk doktaraheitið. Tað var í 1897.

Í 1892/93 og aftur í 1898 var hann í Føroyum sum granskari. Hann ferðaðist um í oyggjunum og skrivaði sagnir og ævintýr upp, sum fólk søgdu honum frá. Longu í 1901 hevði tað eydnast honum at givið alt tilfarið út í heftum. Jakob Jakobsen, ofta nevndur dr. Jakobsen ella Jákup doktari, var kendur og høgt mettur vísindamaður í norrønum máli. Hann er eisini kendur sum hann, ið vildi hava eina føroyska stavseting, sum lá nærri tí ljóðliga framburðinum, men hetta sjónarmið vann ikki frama. Øskudólgur (uppskrift úr Fugloy) er úr “Sagnum og ævintýrum,“ prentað eftir eini útgávu frá 1985.