Nes, Eysturoy

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Nes
Ortsschild-kl.png
Nes á Føroyakortinum.
Postnummar FO 655
Kommuna Nes kommuna
Markatal 20
Íbúgvar (2005) 230

Nes er ein bygd í Eysturoy. Nes er markatalsbygd frá 1541, tá Heini Havreki búsetti seg har, og t.d. er Æðuvík niðursetubygd frá Nesi. Nes umfatar í dag økið frá Gerðinum og eystur í Líð. Á Nesi eru í dag 69 hús og her búgva 307 fólk. Tær fyrstu búsetingarnar á Nesi vóru: Prestagarðurin, á Torkildsheyggi og Fyri uttan garð.

Nes er gomul bygd, eftir henni hevur Nes kommuna navn. Á Nesi búði í langa tíð Føroya próstur.

Kirkjusøga[rætta | rætta wikitekst]

Vit vita ikki hvussu nógvar kirkjur hava verið á Nesi, og heldur ikki, hvussu gomul kirkjubygd Nes er. Fyrsta kirkjan, sum er nevnd í skrivaðum skjølum, er bygd millum 1679 og 1691, meðan Jacob Christensøn Klinte var sóknarprestur í Eysturoynni. Hon er tó neyvan hin fyrsta. Skjalprógva er, at prestur hevur búð á Nesi síðani 1541, og er tí hugsandi, at kirkja í øllum førum hevur verið har síðani tá. Í fyrstu innskriving í Regnskabsbogen, dagfest 4. mars 1691, stendur Kirchen har ieg af ny ladet opbygge..... Hetta kann geva okkum eina ábending um, nær kirkjan er bygd. Henda kirkjan varð standandi til 1715, tá ið nýggj kirkja varð bygd.

Nes, Eysturoy

Av roknskapi sæst at kirkjan frá 1715 hevur staðið sjey ár við ongum torni, helst tí at tørvur hevur verið á peningi. Kostnaðurin fyri tornið var næstan triðingurin av samlaða byggikostnaðinum. Orsøkin til lutfalsliga høga kostnaðin fyri tornið kemst av, at tað einans var úr timbri. Stórur partur av útveggunum vóru úr gróti og var hetta heldur lættari og bíligari at fáa hendur á. Henda kirkjan stóð til 1761.

Árið eftir varð nýggj kirkja bygd. Hon var gjørd úr timbri og er møguliga fyrsta trækirkjan á bygd í Føroyum. Í Havn varð bygd ein trækirkja í 1609. Tá kirkjan varð niðurtikin í 1843, varð allur tann nýtiligi viðurin fluttur við báti inn á Saltnes, har skúli varð bygdur.

Kirkjan, sum nú er á Nesi, stendur á somu grund, sum allar tær undanfarnu kirkjurnar. Hon er bygd í 1843, meðan Christian Benedictus Garde var prestur í Eysturoynni og føroya próstur.

Gamla Nes kirkjusókn var av Nesi inn á Skipanes. Í dag eru tað bygdirnar Nes, Toftir, Saltnes og Æðuvík, ið mynda kirkjusóknina. Tann stóri fólkavøksturin í sóknini hevur ført við sær, at Nes kirkja við tíðini er vorðin ov lítil og at tørvur var á nýggjari kirkju.

Tá ið avgjørt varð, hvar nýggja kirkjan skuldi reisast, vórðu fleiri møguleikar havdir í huga. Til dømis varð dentur lagdur á, at kirkjan lá nær fólkinum, at hon sást væl og at klokkan kundi hoyrast av øllum. Í fleiri ár varð roynt at finna rætta staðið til kirkjuna, og í seinna helmingi av 80'unum varð farið undir at savna pening inn til nýggju kirkjuna, sum stóð liðug í 1994.

Nýggja kirkjan - Fríðrikskirkjan - er uppkallað eftir Frederik Petersen, vanliga nevndur Fríðrikur Petersen, ið var próstur á Nesi frá 1900 til 1917. Hann varð borin í heim á Saltnesi í 1853, har pápi hansara, Jóhannes Petersen, var lærari og deknur við kirkjuna á Nesi.

Kend bygdarfólk og íbúgvar[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Prestagarðurin á Nesi

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]