Vencil

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Vencil er eitt føroyskt tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum, sum fyrstu ferð varð útgivið í 2006.[1] Tíðarritið er uppkallað eftir Vencil Ulricus Hammershaimb. Ritstjórar á Vencli eru Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður Marni Rasmussen. Vencil kemur út tvær ferðir um árið og inniheldur bæði uppruna føroyskan skaldskap og útlendskan skaldskap, sum er týddur til føroyskt.

Heiður[rætta | rætta wikitekst]

Í 2009 fingu ritstjórarnir á Vencli Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í bólkinum Annað mentanaravrik. Teir fingu heiðurslønina fyri teirra arbeiði við at geva út skaldskapartíðarritið Vencil. Dómsnevndin segði m.a. í grundgevingini:

Arnbjørn og Oddfríður hava við nærlagni og arbeiðssemi ment tíðarritið til eitt virðiligt mentanaríkast, sum miðlar bókmentaáhugaðum lesarum útlendskan og føroyskan skaldskap. Við virðing fyri mynd- og prentlistini er tíðarritið ein fagurfrøðilig heild á høgum stigi. Tíðarritið er ein gluggi út í heim, samstundis sum tær bókmentaspírur, sum næla í heimliga jørðildinum, hava fingið góðar gróðrarumstøður. Tíðarritið hevur víðkað bókmentaliga sjónarringin á móðurmálinum og gevur forvitnum lesarum bókmentir, ið erta og stimbra.[2]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. Vencil.wordpress.com Vencil - Skaldskaparritið Vencil fyllir runt
  2. Aktuelt.fo[deyð leinkja] Vencil størsta mentanaravrik

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]