| Skúvoy |
 |
| Landalæra |
| Vídd |
9,8 km² |
| Vatn |
0,2 % |
| Umsiting |
| Land |
Føroyar |
| Íbúgvalæra |
| Fólkatal |
50 (2007) |
| Íbúgvatættleiki |
5,7 /km² |
Skúvoy er oyggj vestan fyri Sandoynna. Hóast smæðin í stødd, bert 13 km2 ella 60 merkur, er Skúvoyggin ofta nevnd í fornu søguni. Tað kemst av tí, at oyggin alt frá søguligari tíð gjørdist høvdingasetur. Her búsettust brøðurnir Beinir og Brestir. Miklir menn í mæti og ikki minni virdir og kendir sum hirðmenn Hákun Jals í Noregi. Sigmundur og Tórur, synir hjá Bresti, vuksu upp í Skúvoy. Sigmundur er grivin í Ólansgarði í Skúvoy, og har stendur gravsteinur sum minni um hann. Sigmundur var hann, ið lat fyrstu kirkjuna byggja úti í Skúgvoy. Eisini er nýliga reistur minnisvarði um Sigmund: Ein standmynd av Sigmundi sum smádrongur.
Skúvoyggin er sera kyrruvont pláss, men frá seinnu helvt av 1960'unum og til dagin í dag, er rættiliga nógv gjørt fyri at bøta um lendingarviðurskiftini.