Politikkur í Føroyum

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Politikkur í Føroyum kann býtast sundur í landspolitikk, sum verður stýrdur av politikarum, sum eru vald á Føroya Løgting, og í kommunalpolitikk, sum verður stýrdur av bý- og bygdarráðunum í Føroyum. Fjórða hvørt ár er løgtingsval, og somuleiðis er kommunuval fjórða hvørt ár. Løgtingsval kann tó verða skrivað út í úrtíð av ymiskum orsøkum, tað kann Føroya løgmaður avgera.

Løgtingsval[rætta | rætta wikitekst]

Løgtingsval er fjórða hvørt ár. Tað eru nógvir politikarar, ið stilla upp og valevnini hjá flokkunum eru ymisk. Tað er bara eitt valdømi í Føroyum, fyrr vóru tað sjey valdømir. Flokkarnir hava tó hildið fast við tey gomlu valdømini, tá talan er um uppstilling, men veljarin kann frítt velja eitt valevni, sum býr hvar sum helst í Føroyum. Tað eru trý sløg av veljarum. Fyrsta eru kjarnuveljarar, tað eru tey, ið eru vís í hvønn flokk tey skulu velja. Óvissuveljararnir eru oftast tey, ið fara á val fyrstu ferð, men eisini tey, ið halda at flokkurin tey valdu seinast, ikki gjørdi nóg mikið burturúr. Sofaveljararnir kunnu vera tey, ið eru ónøgd við politikararnar og politikk sum heild, so tey fara ikki á val. Tá ið valið er av, er greitt hvørji 33 fólk koma at sita á tinginum næstu fýra árini.

Skipan av landsstýri[rætta | rætta wikitekst]

Eftir hvørt løgtingsval skal landstýrið skipast. Tað er størsti flokkurin, ið tekur stig til samráðingar um at skipa samgonguna, tí tað er sera sjáldsamt, at ein einstakur flokkur fær meiriluta á tingi. Tað merkir at um ein flokkur fær meiriluta á tingi, hevur hann ræðið. Tá ið flokkurin er gingin saman við aðrar flokkar um at skipa landsstýri, leggur løgtingsformaðurin uppskotið fram fyri løgtingið. Um meira enn helvtin av tingfólkunum atkvøða í móti uppskotinum, er tað fallið. Landsstýrið hevur landsstýrisfólk, sum verða vald av flokkunum, sum skipa samgongu. Landsstýrisfólkini nýtast ikki at vera fólkavald, men sum oftast eru tey løgtingslimir frammanundan. Tá ein sum er valdur inn á Føroya Løgting verður landsstýrismaður ella landsstýriskvinna, so verður løgtingssessurin hjá viðkomandi latin til varafólkið, sum so tekur sæti á Føroya Løgtingi. Um so er at samgongan fellur ella leggur frá sær, so fara landsstýrisfólkini, sum vóru vald á løgting, aftur í Løgtingi, og avloysarir teirra missa sessin. Talið av landsstýrisfólkum kann broytast alt eftir hvussu nógv aðalráð eru. Tað verður ofta sett sum krav, tá samgongusamráðingar eru, at flokkarnir vilja hava so og so nógvar landsstýrissessir. Tað kemur fyri, at eitt nýtt aðalráð verður gjørt, fyri at "kabalin skal ganga upp", sum tikið verður til. T.d. var Almanna- og Heilsumálaráðið eitt aðalráð, tað var koyrt sundur í tvey aðalráð eftir at ein samgonga var skipað og nýtt landsstýrið sett. Arbeiði hjá løgtinginum er at gera lógir. Tað eru bara løgmaður, landsstýrismaður ella løgtingslimir sum kunnu leggja fram lógaruppskot á tingi. Men øll kunnu koma við hugskoti til løgtingslóg. Tað eru 45 fastir nevndarsessir sum skulu mannast. Av tí at tað eru 33 løgtingslimir, má onkur limur sita í minst tveimum nevndum.

Nevndirnar í Løgtinginum[rætta | rætta wikitekst]

Fíggjarnevndin gevur tinginum tilmæli í fíggjar -, búskapar- og skatta- og avgjaldsmálum. Sama er við hinum nevndunum. Allar nevndirnar geva tinginum part av tí sum tey gera.

Fakfeløg[rætta | rætta wikitekst]

Fólk sum arbeiða, eru sum oftast limir í einum fakfelag. Fremsta uppgáva hjá fakfeløgum, er at arbeiða fyri áhugamálunum hjá limunum. Tað er bæði tá tað snýr seg um løn, eftirløn, útbúgving, frítíð o.s.fr. Fakfeløg kunnu eisini ávirka embætismenn og politikarar, um lógir skulu gerast, ið ávirka teirra økið. Fakfeløgini hava avtalur við tað almenna, kommunur og við privatar arbeiðsgevarar. Eitt vápn ið fakfeløgini onkuntíð brúka, tá ið tað ikki ber til at finna fram til nakra semju við at samráðast, er at fara í verkfall. Tá ið eitt fakfelag velur at fara í verkfall, so mugu tey sum eru limir í fakfelagnum ikki átaka sær nakað arbeiði ið er fevnt av verkbanninum. Tá fakfeløg samráðast við tað almenna, er tað við Fíggjarmálaráðið, sum umboðar landið, tað eru t.d. almennir stovnar. Arbeiðsgevarafeløg umboða arbeiðsgevarar, fyri kommunurar er tað Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF), ið førir samráðingar við fakfeløgini vegna kommunurnar.

Fakfeløgini í Føroyum eru til dømis: Føroya Arbeiðarafelag, Starvsmannafelagið, Føroya Pedagogfelag, Føroya Fiskimannafelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Búskapar og løgfrøðingafelagið, Akademikarafelagið, Havnar Handverkarafelag og Føroya Lærarafelag.

Kommunurnar[rætta | rætta wikitekst]

Kommunurnar ella býráðið eigur og rekur skúlan, tó eru lærarir settir av Mentamálaráðnum. Kommunan rindar eisini ein part av útreiðslunum til heilsu-, heima-, skúlasjúkrasystir og skúlalækna. Eisini rindar kommunan barna tannlæknan, men tá man er farin úr fólkaskúlanum, skal man gjalda sum vaksin. Størri kommunur, sum til dømis Tórshavn, Klaksvík, Miðvági og Tvøroyri byggja ellis- og røktarheim, í summum økjum eru fleiri kommunur í felag um at byggja eitt ellis- og røktarheim, sum t.d. kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni, sum bygdu Ellisheimið Hamragarð, sum læt upp í 2011. Kommunan skal eisini gjalda fyri nógvum annað, sum til dømis vegagerð og viðlíkahald av vegum í bygdunum (ikki landsvegir), havnir, stykkja út til grundstykkir, barnagarðar, ítróttaranlegg, kirkjugarðar, kloakkir, rusk, burturbeining, gøtuljós o.s.fr. Størsta partin av inntøkunum fáa kommunurnar frá kommunuskatti, og tað er ymiskt frá einari kommunu i aðra. Um tú býrt í til dømis Tvøroyri, Vági, á Sandi ella Skopun er kommunuskatturin hægri enn til dømis í Havn, og í fleiri av teimum heilt smáu kommununum sum t.d. Fugloyar ella Fámjins kommunu er skatturin sera lágur. Inntøkugrundarlagið er sera ymiskt í kommununum, og tað er ymiskt hvussu kommunurnar eru fyri fíggjarliga, og tí verður skattaprosentið eisini so ymiskt. Til dømis: Um kommunuskatturin i Tvøroyri er 23 %, so skal man bara gjalda 17 % í landsskatti. Av tí at vit hava flatskatt, sum setur 40 % sum hámark, so verður landsskatturin og kommunuskatturin til samans 40 %.

Býráði ella bygdaráði stýra kommununi. Í hesum sita umboð fyri fólkið í kommununi. Í november mánaði, 4 hvørt ár, er val til bý- ella bygdarráði. Øll, ið eru yvir 18 ár, kunnu stilla upp sum valevni. Til kunnunuval hevur ein faktisk skyldu til at stilla upp. Tað ber ikki til at bera seg undan fyrr enn man hevur sitið í tvey valskeið sum bý- ella bygdarráðslimur. Í størru kommununum átti tað tó ikki at verði nakar trupulleiki við tað at fleiri fegin vilja sleppa framat, og tí er ongin orsøk til at tvinga nakran til at stilla upp. Man velur tann persónin, sum man hevur størst álit á. Málið hjá kommununi er at gera umstøðurnar hjá fólki at búgva i so góðar sum møguligt.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]