Saksun
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| SAKSUN | |||
|---|---|---|---|
|
|
|||
| Postnummer | FO 436 | ||
| Kommuna | Sunda kommuna | ||
| íbúgvar | 33 (2006) | ||
| Markatal | 29-08-00 | ||
| Staðseting | 62°14′56″N, 7°10′33″W | ||
Saksun er ein gomul bygd á norðursíðuni á Streymoynni. Landslagið við bygdina er sermerkt. Gamli garðurin Dúvugarður er framvegis virkin, men gomlu íbúðarhúsini eru ídag friðaði og standa sum eitt minni um farnar øldir. Millum Saksun og Vestmanna stendur millum annaðKoppenni ið er hægsta fjall á Streymoynni. Við báti slepst inn á víkina uttan fyri bygdina Saksun. Ein smalur ósi rennur millum havið og Pollin, sum annars er avskorin frá havinum av sandgrynnum. Bert heilt smáir og lættir bátar sleppa inn á Pollin og bert á flóð. Úr Saksun gongur vegurin oman gjøgnum Saksunardal, har gróðurin er nógvur. Í bygdini Saksun eru fleiri garðar, sum hava staðið í øldir.
[rætta] Søga
Fyri nøkrum hundrað árum síðani fórst skipið, sum seinni mest er umtalað Saksunarskipið, í Saksun. Í lastini var millum annað viður, og tá farmurin varð seldur á uppboðssølu, varð ein stokkur av pommerskari furu seldur til Nólsoyar, har hann varð nýttur at byggja eina stovu í húsunum við Brunn, og tríggir aðrir stokkar vórðu seldir til Suðuroyar. Maðurin, sum keypti teir tríggjar stokkarnar, bant teir saman til ein flaka, setti segl á og sigldi í hesum líki stokkarnar suður.
[rætta] Útvortis ávísing
|
|
|---|
| Gjógv | Haldarsvík | Hósvík | Hvalvík | Langasandur | Nesvík | Norðskáli | Oyrarbakki | Oyri | Saksun | Streymnes | Tjørnuvík |