Golfstreymurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Sjógvurin flytur seg alla tíðina í stórum streymum. Ein streymur, sum hevur ávísa kós ella rák, nevna vit havstreym. Vindur og jarðarsnúning­urin seta gongd á streymin.

Golfstreymurin, sum er heitur havstreymur, fer fram við Føroyum og Noregi. Heiti sjógvurin stavar frá eysturstrondini í Norðuramerika, og fer um Atlantshav, áðrenn hann kemur til Noregs. Golfstreyminum fyri at takka hava vit temprað veðurlag í Norðurevropa, hóast vit eru langt norðuri á jørðini.