Atlantic Airways
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| Atlantic Airways | ||
|---|---|---|
| IATA RC |
ICAO FLI |
Koda FAROELINE |
| Stovna | 1987 | |
| Frequent flyer | EuroBonus | |
| Flota stødd | 10 | |
| Ferðamál | 10 | |
| Høvuðssæti | ||
| Lykla fólk | ||
| Heimasíða: http://www.atlantic.fo | ||
Atlantic Airways (føroyskt; Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Stjórin í Atlantic Airways er Magni Arge. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur í Kastrup og á flogvøllinum í Vágum. Fyrsta ársfjóðring í 2008 vóru 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways.
Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað.
- 1999 Fór Atlantic Airways at flúgva til Noregs.
- 2002 Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways fór upp um 100 000.
- 2004 15. juni - Triðja flogfarið hjá Atlantic Airways kom til Føroya.
- 2004 Atlantic Airways verður heiðrað sum Ársins átak.
- 2006 10. oktober - Ein vanlukka í Stord, Noregi kravt fýra mannalív.
- 2007 Desember varð fyrsti triðingurin av partapeninginum í Atlantic Airways seldur, og samstundis varð Atlantic Airways skrásett á svensk-finska virðisbrævamarknaðinum OMX.
Innihaldsyvirlit |
[rætta] Flotin
| Slag | Mongd | Skrásetingar |
|---|---|---|
| Airbus A319 | 1 (2011) | [1] |
| BAe 146-200 | 3 | OY-RCA, OY-RCB, OY-RCW |
| Avro RJ100 | 2 | OY-RCC, OY-FJE |
| Avro RJ85 | 2 | OY-RCD, OY-RCE |
| Bell 212 | 1 | OY-HMB |
| Bell 412EP | 2 (1) [2] | OY-HSR, OY-HSJ |
| AW 139 | 1 | OY-HSN |
[rætta] Hendingar og vanlukkur
- 2006 10. oktober fór ein BAe 146-200A av breytini í Stord floghavn í Noreg. Av teimun tólv ferðafólkunum og manningini uppá fýra doyði fýra, meðan tólv megnaðu at rýma úr vrakinum.[3][4][5].
- 2008 24. mars misti ein BAe 146 nøs hjóli á flogfarinum beint áðrenn fráferð úr Keypmannahavn floghavn. Flogfari lendi í Føroyum uttan trupuleikar; flogskiparinir høvdu ikki uppdaga naka óreglusemi. [6].
- 198X í Vága Floghavn kundi ein BAe 146-200A ikki steðga á lendingarbreytini og koyrdi tí inn í eina trygdar merking. Ongin kom til skaða.
[rætta] Slóðir
- Atlantic.fo.
- Airliners.net - Atlantic Airways (nógvar myndir).
- Atlantic Airways. Í: Faroe Isles Review nr. 1/1991.
[rætta] Keldur
- ↑ «Atlantic Airways keypir flogfar frá Airbus» (Atlantsflog, 30. januar 2008)
- ↑ «Atlantic Airways selur tyrlu til Air Greenland» (Atlantsflog, 19. desember 2008)
- ↑ Norway runway blaze kills three, frá BBC News, 10. oktobur 2006.
- ↑ Vanlukku frásøgn fyri OY-CRG, frá Aviation Safety Network Database, 10. oktobur 2006.
- ↑ Fyribils vanlukku frásøgn á Norskum, frá 25. oktobur 2007
- ↑ Tíðindagrein (Danskt), úr politiken.dk