FaroeJet
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
| FaroeJet | ||
|---|---|---|
| IATA F6 |
ICAO RCK |
Koda ROCKROSE |
| Stovnað | 20. desember 2005 | |
| Byrjað flúgving | 15. mai 2006 | |
| Steðgað flúgving | 15. desember 2006 | |
| Flota stødd | 1 flogfar | |
| Ferðamál | 2 | |
| Høvuðssæti | ||
| Lyklafólk | Jóhan E. Simonsen, stjóri Óli í Búrstovu |
|
| Heimasíða: http://www.FaroeJet.fo (niðurløgd) | ||
FaroeJet var eitt føroyskt flogfelag. Tað var tað næsta føroyska flogfelagið, tað fyrra er Atlantic Airways. FaroeJet steðgaði øllum virksemi tann 15. desember 2006 orsakað av fíggjarligum trupulleikum.
Innihaldsyvirlit |
Søga[rætta]
FaroeJet varð stovnað av privatum íleggjarum í desember 2005. Fyrsta flogferðin varð flogin 15. mai 2006 við einum leigaðum AVRO RJ100 millum Keypmannahavn og Vága Floghavn. Í desember 2006 fór felagið í gjaldssteðg, og steðgaði tað øllum sínum virksemi tann 1. januar 2007[1].
Tænastur[rætta]
Flogfelagið hevði ein Avro RJ100 við 96 setrum í einum klassa. Flogfarið fleyg millum Kastrup floghavn, Keypmannahavn og Vága Floghavn eina ferð dagliga, tó ikki leygardagar.
Floti[rætta]
Flotin hjá FaroeJet var hesin: [2] :
| Slag | Tal | Skrásetingar | Viðmerkngar |
|---|---|---|---|
| Avro RJ100 | 1 | OY-FJE | Leigumál flutt til Atlantic Airways |
Keldur[rætta]
- ↑ '"FaroeJet gevst'", Sosialurin 18. december 2006 (krevue login)
- ↑ Flight International, 3–9 October 2006