Samkyndleiki

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Ælabogaflaggi verður ofta nýtt sum merki fyri nútíðar samkynd.
Male Couple With Child-02.jpg

Samkyndleiki ella Samkynd er heiti ið lýsur kynsligt samlív eyðkent við kensluligum og/ella kropsligum atdráttið at persóni av sama kyni. Samkynd og hinskynd kan skiljast sum lutfalslig hugtøk í hvør sínum enda av einum samanhangandi røð, hvar í tvíkynd er eitt stað í miðjuni. Grundin til, at summi fólk eru samkynd, hevur altíð verið ein umstríddur spurningur, ið kjakast hevur verið dúgligani um. Tað er eitt klassiskt dømi á spurningin um arv ella umhvørvi, lívfrøði ella sálarfrøði.

4 % av øllum menniskjum eru samkynd [1]. Eitt tal, sum tó broytist frá kanning til kanning. Eisini djór eru samkynd.

Heiti[rætta | rætta wikitekst]

  • Samkynd lýsur bæði mann og kvinnu hvørs kynsligt samlív er við ein av sama kyni.
  • Ein samkynd kvinna kan nevnast lesbisk. Heiti stavar frá tí gríksku oyggjuni Lesbos hvar yrkjarindan Sapfo, skrivaði kærleiksyrkingar til gentur.
  • Ein samkyndur maður kan nevnast gjeikari ella bøssi. Fyrr vóru orðini niðrandi men roknast nú sum partaleyst (sum svenskt bög, enskt: gay og týskt: Schwul).
  • Kynsvillingar er eitt orð, ið sipar til at atdráttin hjá samkyndu við ein av sama kyni er orsakað av, at ein er vilstur á ein ella annan hátt. Orðið verður vanliga roknað sum niðrandi.

Djór[rætta | rætta wikitekst]

Tað finnast prógv fyri samkyndleiki í 1500 ymiskum sløgum av djórum, harímillum fiskar, insektir, fuglar og seyðir, oksar og apur [2]. Djór, sum hava fleiri makar, og djór, sum eru monogam, kunnu hava samkynd forhold.

Føroyar[rætta | rætta wikitekst]

██ Ongin kunning

Samkyndleiki er lógligur

██ Kynsleyst hjúnalag

██ Onnur sløg av parlagi (ella pappírsleyst samlív)

██ Udenlandske ægteskaber anerkendes

██ Ingen anerkendelse af homoseksuelle par

Samkyndleiki er ólógligur

██ Lítla revsing

██ Stóra revsing

██ Fongsul fyri lívstíð

██ Deyðadóm

At verða samkyndur hevur verði loyvt í Føroyum síðan 1933 tá tað bleiv gjørt lovligt í Danmark. Samstundis bleiv aldursmark fyri samkynd parlag set til 18 ár. Síðan bleiv tað í 1988 gjørt kynspartaleyst og harvið set til 15 ár[3]. Grein 266b í revsilógini kom í gildi 15. desember 2006 við 17 stemmun fyri og 15 ímóti, hon staðfestir at samkynd skuldu verða vard ímóti niðurgerð. Miðflokkurin hevur fleiri ferð tosa ímóti at grein 266b skuldi koma í gildi í Føroyum[4][5]. Í Føroyum arbeiðir felagið Friðarbogin fyri rættindum og trivnaði fyri sam- og tvíkyndar føroyingar.

Samkynd pør kenna seg niðurgjørd av føroyskum myndugleikum, tí tey hava ikki somu rættindi til at giftast og fáa børn sum onnur. Fyrsta juli í 2010 kom lógarbroyting í gildið í Danmark, sum gav skrásettum samkyndum pørum sama rætt sum hjúnum at ættleiða børn. Samkynd pør kunnu nú bæði ættleiða børn hjá hvørjum ørðum og søkja um at ættleiða fremmand børn eftir somu reglum, sum galda fyri hjún. Samkyndar kvinnur, ið fáa børn við ísáing, fáa felags foreldramynduleika yvir barninum saman við skrásetta makanum. Einki av hesum er galdandi fyri samkynd pør í Føroyum.

Hvørki skrásett parlag ella kynsleyst hjúnarlag er galdandi í Føroyum. Fólk av sama kyni kunnu framvegis ikki ættleiða børn. Samkyndir menn kunnu eisini framvegis ikki lata blóð í Føroyum. Føroyar eru eisini einasta Norðurland, sum ikki viðurkennir samkyndar familjur.

Seinni heimsbardagi[rætta | rætta wikitekst]

Adolf Hitler var einaveldisharri avgjørdi hann, at bólkar av øðrvísi fólkum skuldu avrættast, herundir jødar og samkynd. Meðan jødarnir fingu eina gula Dávidsstjørnu á bringuna, fingu samkyndir ein ljósareyðan trýkant. Teir, sum yvirlivdu krígstíðina vóru ikki leyslatnir, tá ið tey sameindu tóku valdið í Týskland. Í staðin vóru teir fluttir til onnur fongsul at sita dómin fyri at vera samkyndir, ið teir høvdu fingið áðrenn kríggi. Rættargongdin í Nürnberg vildi aldrin viðgera mál viðvíkjandi samkyndum fangunum, og teir fingu heldur einki endurgjald eftir kríggi. Tey árini samkyndir krígsfangar høvdu sitið í fangatippi, vóru enntá drigið frá í fólkapensjónini.

Sjálvmorð[rætta | rætta wikitekst]

Tað er eitt sindur síðani, at granskingarútslit fyrst gjørdu vart við, at sjálvmorðsroyndir eru nógvar ferðir vanligari millum samkynd enn millum onnur fólk [6] [7]. Ein amerikonsk kanning frá 1998 av samkyndum dreingjum í framhaldsskúlunum í aldrinum 15 til 22 vísti, at í mun til restina av fólkinum, t.e. javngamlar dreingir, royndu næstan sjey ferðir so nógvir av hesum dreingjum at beina fyri sær, ella ávikavist 28 % og 4 % [8].

Higartil mest umfatandi norðurlendska kanningin av vælferð og umstøðum hjá samkyndum var gjørd í 1999 í Noregi. Har kom fram, at 16 % av gjeikarunum og 20 % av teimum lesbisku høvdu onkuntíð roynt at forkomið sær [9]. 88 % vóru undir 25 ár, tá ið tey gjørdu hesa roynd. Fjórða hvør menniskja undir 25 ár hevði minst eina sjálvmorðsroynd á baki. Tøl siga ikki allan sannleika, men tey, sum eru nevnd her, benda á, at tíðleikin av sjálvmorðsroyndum í Norðurlondum er upp til fimm ferðir so høgur millum samkynd sum hjá fólki annars.

Slóðir[rætta | rætta wikitekst]

Keldir[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.avert.org/gay-people.htm
  2. http://www.news-medical.net/news/2006/10/23/20718.aspx
  3. ANSO
  4. Bill Justinussen - Tað fer ongantíð at henda.
  5. Egin Henriksen - Beinta Løve Jacobsen og aðrir Talibanar
  6. http://www.nrk.no/nyheter/distrikt/nrk_nordland/5008761.html
  7. http://tidsskriftet.no/article/588706
  8. http://www.safeschoolscoalition.org/SuicideamongGLByouth.html
  9. http://kilden.forskningsradet.no/c16880/artikkel/vis.html?tid=43575

Fyrimynd:Link GA Fyrimynd:Link GA