Amerikanskur fótbóltur
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Amerikanskur fótbóltur (nevndur fótbóltur í USA) er tjóðarítrótt í USA. Amerikanskur fótbóltur er ikki tann ítróttur, sum føroyingar hava størstan áhuga í. Men fyri amerikanarar er finalan, Super Bowl, hæddarpunktið á árinum. Frá september mánaði og árið út verður kapast í tveimum kappingum í amerikanskum fótbólti. Alt hetta endar við, at sekstan lið fara víðari til Play offs, og fyri mong lið er hetta succes-kriteriið.
Wilson football er nógv brúktur av fótbóltsfeløgum og framhaldsskúlum í USA til amerikanskan fótbólt.
Sí eisini [rætta]
- NFL.