Super Bowl

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Super Bowl 29 Vince Lombardi trophy at 49ers Family Day 2009.JPG

Super Bowl er finalan í amerikanskum fótbólti - National Football League (NFL). Finalan í amerikanskum fótbólti er størsta ítróttar- og sjónvarpshending í USA. Síðani Super Bowl fyrstu ferð varð hildið í 1967, er finaludagurin blivin størsta ítróttarhending í USA. Super Bowl eigur metið sum mest sædda sending í sjónvarpi nakrantíð, og á topp 20 listanum yvir mest sæddu sjónvarpssendingar seinastu 40 árini, eigur Super Bowl 16 pláss [1][2]. Finalan í Super Bowl í 2014 er tann hendingin, sum flestu fólk í USA nakrantíð hava sæð. Mett verður at um 111,5 milliónir síggjarar sóu dystin umvegis sjónvarpið. Tað er næstan ein 1/3 av øllum fólkinum í USA.

Gjøgnum tíðina hava nógvir kendir bólkar spæld í hálvleikinum í Super Bowl. Millum annað kunnu Black Eyed Peas, Rolling Stones, Bruce Springsteen, Whitney Houston, Prince, Kelly Clarkson, Britney Spears, og U2 nevnast.

Luttakandi lið[rætta | rætta wikitekst]

San Francisco 49ers hevur vunnið Super Bowl fimm ferðir.

Har eru 32 lið við í NFL. Liðini eru úr hesum feløgum:

Luttøka Fótbóltslið Vunnu Tapti Vinnarar
%
Sesong(ir)
8 Pittsburgh Steelers 6 2 .750 1974, 1975, 1978, 1979, 1995, 2005, 2008, 2010
8 Dallas Cowboys 5 3 .625 1970, 1971, 1975, 1977, 1978, 1992, 1993, 1995
7 New England Patriots 3 4 .429 1985, 1996, 2001, 2003, 2004, 2007, 2011
7 Denver Broncos 2 5 .286 1977, 1986, 1987, 1989, 1997, 1998, 2013
6 San Francisco 49ers 5 1 .833 1981, 1984, 1988, 1989, 1994, 2012
5 Green Bay Packers 4 1 .800 1966, 1967, 1996, 1997, 2010
5 New York Giants 4 1 .800 1986, 1990, 2000, 2007, 2011
5 Washington Redskins 3 2 .600 1972, 1982, 1983, 1987, 1991
5 Los Angeles/Oakland Raiders 3 2 .600 1967, 1976, 1980, 1983, 2002
5 Miami Dolphins 2 3 .400 1971, 1972, 1973, 1982, 1984
4 Baltimore/Indianapolis Colts 2 2 .500 1968, 1970, 2006, 2009
4 Minnesota Vikings 0 4 .000 1969, 1973, 1974, 1976
4 Buffalo Bills 0 4 .000 1990, 1991, 1992, 1993
3 Los Angeles/St. Louis Rams 1 2 .333 1979, 1999, 2001
2 Baltimore Ravens 2 0 1.000 2000, 2012
2 Kansas City Chiefs 1 1 .500 1966, 1969
2 Chicago Bears 1 1 .500 1985, 2006
2 Seattle Seahawks 1 1 .500 2005, 2013
2 Cincinnati Bengals 0 2 .000 1981, 1988
2 Philadelphia Eagles 0 2 .000 1980, 2004
1 New York Jets 1 0 1.000 1968
1 Tampa Bay Buccaneers 1 0 1.000 2002
1 New Orleans Saints 1 0 1.000 2009
1 San Diego Chargers 0 1 .000 1994
1 Atlanta Falcons 0 1 .000 1998
1 Tennessee Titans 0 1 .000 1999
1 Carolina Panthers 0 1 .000 2003
1 Arizona Cardinals 0 1 .000 2008
0 Cleveland Browns 0 0 - N/A
0 Detroit Lions 0 0 - N/A
0 Jacksonville Jaguars 0 0 - N/A
0 Houston Texans 0 0 - N/A

Listi yvir vertsbýir[rætta | rætta wikitekst]

Sun Life Stadium í Miami, Florida.
Býur, Stat Ferðir Ár
Flag hjá Florida Miami 10 1968, 1969, 1971, 1976, 1979, 1989, 1995, 1999, 2007, 2010
Flag hjá Louisiana New Orleans 10 1970, 1972, 1975, 1978, 1981, 1986, 1990, 1997, 2002, 2013
Flag hjá Kalifornia Los Angeles 7 1967, 1973, 1977, 1980, 1983, 1987, 1993
Flag hjá Florida Tampa 4 1984, 1991, 2001, 2009
Flag hjá Kalifornia San Diego 3 1988, 1998, 2003
Flag hjá Arizona Phoenix 3 1996, 2008, 2015
Flag hjá Texas Houston 3 1974, 2004, 2017
Flag hjá Michigan Detroit 2 1982, 2006
Flag hjá Georgia (U.S. state) Atlanta 2 1994, 2000
Flag hjá Kalifornia San Francisco 2 1985, 2016
Flag hjá Minnesota Minneapolis 1 1992
Flag hjá Florida Jacksonville 1 2005
Flag hjá Texas Dallas 1 2011
Flag hjá Indiana Indianapolis 1 2012
Flag hjá New Jersey Newark 1 2014

Super Bowl XLVIII[rætta | rætta wikitekst]

Seattle Seahawks vann finaluna við 43-8 ímóti Denver Broncos. Hetta er fyrstuferð í søguni, at Seattle Seahawks vinnur Super Bowl.
Peyton Manning er quarterback hjá Denver Broncos.

2. februar 2014 hugdu 111,5 milliónir amerikanarar í sjónvarpi eftir Super Bowl XLVIII, og tað er heimsmet [3]. Harafturat vóru nógvar aðrar milliónir av hyggjarum runt um allan heim; Super Bowl varð víst í 232 londum kring heimin [4]. Umframt tann metstóra síggjaraskaran, varð eisini eitt annað met sett: Dysturin var samstundis tann mest streamaða ítróttarhendingin nakrantíð. Mett verður at um 111,5 milliónir síggjarar sóu dystin umvegis sjónvarpið, umframt tey 82 000 ið vóru til sjálvan dystin, sum t.d Oprah Winfrey og David Beckham [5]. Kappingin byrjaði klokkan 18:30 EST, og luttakandi liðini vóru Denver Broncos úr Colorado og Seattle Seahawks úr Washington. Dysturin bleiv spældur á MetLife Stadium í East Rutherford, New Jersey. Super Bowl er ógvuliga umfatandi og trygdin í hásæti, og 500 løgreglumenn og omanfyri 1000 trygdarvørar vóru á MetLife Stadion til dystin.

Hóast støðan í hálvleikinum var 22-0, so forðaði tað kortini ikki amerikumonnum í at fylgja dystinum í sjónvarpi. Dysturin byrjaði ógvuliga sjáldsamt við einum "safety" til Seattle Seahawks longu í fyrsta vanliga framrættaða spæli, og við støðuna 2-0 og bóltinum í hondini hugdi Seattle Seahawks ongantíð afturum seg og var á odda 22-0 í hálvleikinum. Tað tók bert 12 sekund hjá Seattle Seahawks at leggja seg á odda í dystinum. Nógvir av Denver Broncos-fjepparunum vóru somikið ónøgdir, at teir longu tíðliga í seinna hálvleiki fóru til hús. Hetta hóast atgongumerkini til Super Bowl kosta alt ímillum 2.700 og 14.300 krónur. Seinni hálvleikur byrjaði við einum "kickoff-return" til Seattle Seahawks, og so var støðan 29-0. Søgan helt fram og Seattle Seahawks rann Denver Broncos yvir enda við at vinna greitt 43-8. Hetta var eitt stórt upplivilsi fyri Seattle Seahawks, tí tað var fyrstu ferð, at Seattle vunnu kendu ítróttargreinina. Verjan hjá Seattle Seahawks var ræðandi stinn og Peyton Manning og venjaratoymi hansara megnaðu ongantíð at finna lykilin at lata verjuna upp. Seattle Seahawks-verjuleikarin Malcolm Smith vann eisini heiðurin MVP ("Most Valuable Player"); hann er fyrsti verjuleikarin í langa tíð, sum hevur vunnið heiðurin.

Tað var eitt flóvusligt kvøld hjá Denver Broncos, sum hava havt eitt av tí besta álopinum í Peyton Manning alt árið. Hetta sá man einki til, tá teir bert vóru førir fyri at fáa 8 stig allan dystin, sum endaði 43-8. Peyton Manning, sum er quarterback hjá Denver Broncos og áður hevur vunnið Super Bowl við Indianapolis Colts, hevur verið snúningsdepilin á einum liði, sum hevur verið einaráðandi í 2014 og millum serfrøðingar verður mett at hava eitt av bestu álopunum nakrantíð. Í Super Bowl XLVIII fingu teir tó ein stóran bita at gloypa, tí at mótstøðuliðið, Seattle Seahawks, hinvegin sigst at hava eina av bestu verjunum í søguni og í hagtølunum hevur greitt bestu verju í NFL. Dysturin ímillum álop og verju var lættur at spáa um, men tað skuldi vísa seg, at verjan hjá Seattle Seahawks var ein alt ov stórur biti at gloypa hjá Peyton Manning.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.foxnews.com/entertainment/2014/02/04/super-bowl-xlviii-breaks-record-for-most-watched-tv-event-in-us-history/
  2. http://espn.go.com/nfl/playoffs/2013/story/_/id/10398603/super-bowl-xlviii-telecast-most-watched-tv-event-us-history
  3. http://www.forbes.com/fdc/welcome_mjx.shtml
  4. http://www.nfl.com/news/story/09000d5d80022760/article/super-bowl-xli-broadcast-in-232-countries
  5. http://www.justjared.com/2014/02/03/victoria-beckham-stayed-in-london-while-david-attended-super-bowl-2014/