New Orleans

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Skjøldur Kort
Skjøldur hjá New Orleans Kort av Louisiana har New Orleans er merk
Grunddáta
Land: Flag of the United States USA
Lutstatur: Flag hjá Louisiana Louisiana
Vídd: 907 km²
vøtn: 439.4 km²
Íbúgvar (2006): 311.853
fyri km²: 973/km²
Grundað: 1718
Borgarstjóri: Mitch Landrieu (D)
Tíðarzona: UTC -6
Heimasíða: www.cityofno.com

New Orleans er stórbýur í Suðurlouisiana í USA. Hann er størsti býur í Louisiana. New Orleans er enn ikki komin seg heilt, eftir Ódnina Katrinu, sum í 2005 legði stórar partar av býnum í oyði. New Orleans hevur umleið 311 túsund íbúgvar. 67,3 prosent av fólkinum eru afroamerikanarar [1]. New Orleans er størsti býur í Suðurríkjunum. Hann var grundaður av fransmonnum; haðani verður nógv bummull útflutt. New Orleans er tann vandamesti býurin í USA [2].

Nú, meðan fíggjarkreppan herjar í øðrum londum so sum í USA, eru fá øki, sum kunnu nevnast vakstrarøki. Men New Orleans er eitt teirra. Síðan vanlukkuna við Hurricane Katrinu síðst í august 2005 hevur New Orleans vunnið sær eitt sindur av fólkinum aftur. Nú hevur býurin fingið heiðurin sum skjótast vaksandi býur í USA. Árligi vøksturin í fólkatalinum er nú 8,2 % og er nú 311.853. Men tað er framvegis væl minni enn tey 484.674, sum vóru í býnum áðrenn vanlukkuna í 2005.

Í stóra havnarbýnum New Orleans, vóru seinast í 19. øld mangir tónleikabólkar, mannaðir við afroamerikanskum leikarum. Teir spældu i veitslu, í skrúðgongu og til jarðarferð. Tíðum spældi sami bólkur bæði til dans og til jarðarferð. Løgini vóru tey somu, men teir leiktu tey ymiskt. Soleiðis varð jazztónleikur til. Í jazzbólki úr New Orleans vóru upprunaliga trompet, klarinett, basún, tupa, lítlatrumma, stórtrumma og skáltrumma. Trompetin spælir lagið. Klarinettin flættar tónar uttan um lagið. Basúnin spælir djúpa andrødd, og hini ljóðførini gera rútmiskan botn [3].

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Hygg eisini at[rætta | rætta wikitekst]

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. http://www.infoplease.com/ipa/A0884135.html
  2. http://articles.cnn.com/2008-11-24/justice/crime.stats_1_crime-rate-total-crimes-major-crimes?_s=PM:CRIME
  3. http://www.experienceneworleans.com/jazz.html