Ódnin Katrina

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Katrina-noaaGOES12.jpg

29. august 2005 rakti Ódnin Katrina amerikanska býin New Orleans í Louisiana. Ódnin breyt byrgingarnar, floymdi inn í býin og drap fleiri enn 1000 fólk, sum antin ikki vildu fara úr býnum ella ikki sluppu úr honum. Eisini amerikanski filmsleikstjórin Spike Lee (føddur 20. mars 1957 í Georgia í USA) hugdi skelkaður at, meðan størsta náttúruvanlukkan í amerikanskari søgu hendi.

Meðan ódnin Katrina herjar har suðuri í Louisiana, og myndugleikarnir hava úr at gera við at flyta fólk burtur úr økinum, eru tað nøkur sum verða "gloymd". Teir 7.000 fangarnir í Orleans Parish Fongslinum, sum var eitt tað størsta fongslið í USA, skuldu verið fluttir, men sjálvt tá ódnin herjar við allari megi, tað fløðir og byrgingarnar brotna, velur sjeriffurin ikki at flyta fangarnar burtur. Ikki fyrrenn 4 dagar seinni, har fangarnir hvørki hava fingið vátt ella turt, gera myndugleikarnir av at gera nakað.

New Orleans í Suðurlouisiana er enn ikki komin seg heilt, eftir Ódnina Katrinu, sum legði stórar partar av býnum í oyði. Katrina var í styrkibólki 5.