Tjóðardagur USA

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Amerikanskur tjóðardagurenskum "Independence day" ella "the Fourth of July") er 4. juli, sum er til minnis um loysingina frá Stóra Bretlandi. 4. juli í 1776 tóku amerikumenn loysing frá bretum. 4. juli er minningardagurin um viðurkenningina av óheftislýsingini, "Declaration of Independence" í 1776. Men veruliga undirskrivingin fór ikki fram fyrr enn slakan mánað eftir, nevniliga 2. august 1776. John Hancock átti fyrstu undirskriftina á skjalinum. Ein undirskrift verður ofta kallað "at skriva sítt John Hancock". Fleiri undirskriftir komu á skjalið seinni.

4. juli 2009 hátíðarhildu amerikanar 233 ára frælsisdagin.

Søgan[rætta | rætta wikitekst]

Tann amerikonska sjálvstýristilgongdin skal síggjast í ljósinum av, at bretar mettu, at tað var neyðugt at skatta koloniirnar fyri at kunna fíggja umsitingina av teimum. Bretska krúnan legði eina røð av skattum á koloniirnar, men mótstøðan var hørð og umfatandi. "The East India Company" fekk einarætt frá bretsku stjórnini at flyta te úr Kina beinleiðis til síni umboð í USA, og hetta førdi við sær, at niðursetuhandilsmenninir ikki fingu lut í hesum lønandi handli. Tann 16. desember í 1773 skipaðu nøkur niðursetufólk fyri sokallaðu "Boston Tea Party" sum eitt mótmæli ímóti bretsku atferðini. Hetta gjørdist byrjanin til harða stríðið millum niðursetufólkið og bretsku ta stjórnina. Bretar kravdu frið og landaskil, men amerikumenn kravdu frælsi.

Í september í 1774 varð stevna hildin í Philadelphia, sum nevndist "First Continental Congress". Allar koloniirnar uttan Georgia sendu umboð til stevnuna. Endamálið við stevnuni var at bøta um sambandið við ta ensku stjórnina, men hetta eydnaðist ikki, og í apríl mánaði í 1775 vóru niðursetufólk í Massachusetts í bardaga við bretar við Concord og Lexington. Kollveltingin var byrjað. Stríðið spjaddist og uppreistur var veruleiki, og krav um fullveldi varð endaliga orðað 4. juli í 1776 í tiltiknu Frælsisyvirlýsinginienskum "Declaration of Independence"), ið staðfesti natúrrættindi hjá mannaættini og fullveldið hjá teimum amerikonsku statunum. Thomas Jefferson orðaði yvirlýsingina, sum í stóran mun er grundað á tey politisku ástøðini hjá enska heimspekinginum John Locke.

Frælsiskríggið vardi longri enn væntað. Tað byrjaði 19. apríl í 1775 og endaði 19. oktober 1781, tá ið Lord Cornwall við heri sínum gav seg yvir í Yorktown, Virginia. Bretar, sum eisini vóru í kríggi við fleiri evropisk lond, máttu lúta fyri frælsishugaðu niðursetufólkunum. Í 1783 viðurkendi Stóra Bretland fullveldið hjá teimum 13 koloniunum.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið