Birmingham

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Centenary Square í Birmingham, Rotunda og Hall of Memory
Ein av kanalunum í Birmingham

Birmingham er ein býur í Onglandi við umleið einari millión íbúgvum. Býurin liggur í West Midlands og hevur verið miðdepil fyri kanalferðslu í Onglandi.

Søga[rætta]

Birmingham fekk rættindi sum býur í 1166, tá fólk fingu loyvi til at hava marknað hvønn hósdag. Síðst í 17. øld var fólkatalið komi upp á umleið 15.000 fólk. Sum tíðin leið upp gjøgnum 18. og 19. øld vaks býurin í stórum og ídnaður av ymiskum slagið var ment í býnum. Býurin var sera týdningamikil miðdepil fyri kanalirnar í Onglandi; tær síggjast enn eins og slúsurnar. Uppfinnarar sum James Watt og Matthew Boulton, sum uppfunnu ávikavist dampmaskinuna og gasljós, vuksu upp í býnum. Í 1889 fekk Birmingham gav drotning Victoria býnum rætt til at kalla seg keypsstaður.